Tað var ikki ein smádrongur, men ein 14 ára gomul genta, sum slapp livandi frá flogvanlukkuni við Komorurnar Tann 14 ára gamla gentan bleiv alt fyri eitt flutt á eitt sjúkrahús á Komorunum, og sambæørt Reyða Krossi hevur hon tað gott eftir umstøðunum.
Sambært myndugleikunum var gentan í bjargingarvesti, og tað bjargaði lívi hennara, verður sagt.
Jemenska flogfelagið, sum átti vanlukkuflogfarið, er fyri hvøssum atfinningum, tí tað brúkti eitt flogfar, sum fekk forboð fyri at flúgva í Evropa fyri tveimum árum síðani. Forboðið kom, eftir at franska flogeftirlitið hevði funnið 25 brek við flogfarinum. Flogfelagið lat tí eitt annað flogfar flyta ferðafólkini úr París til Jemen í nátt, har tey fóru umborð á vanlukkuflogfarið við kós ímóti Komorunum.








