Ein genial loysn

- Vit eru ógvuliga fegin um loysnina, sum Landsverk hevur gjørt við gonguteiginum um brúnna við Streymin. Gonguteigurin knýtir økini enn betri saman, sigur Trygvi K. Joensen, býráðslimur og formaður í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu

BRÚGVIN

Síðan í fyrra helmingi av sjeytiárunum hevur brúgvin um Streymin knýtt Streymoy og Eysturoy saman. Gonguteigur hevur eisini verið eftir brúnni, men nógva ferðslan, sum hevur ligið so nær upp at gonguteiginum, hevur ikki gjørt tað so høgligt hjá fólki at ferðast eftir brúnni.
Nú Landsverk hevur umvælt brúnna og hevur knýtt ein gonguteig aftrat henni norðanfyri, eru umstøðurnar hjá fólki til gongu nógv betraðar.
- Vit eru sera fegin um hesa loysnina, sum vit halda vera rættiliga geniala. Koyribreytin er vorðin víðari og betri, og nú kunnu fólk í økinum eisini ganga púra trygg í gonguteiginum við góðum rekkverki hvørjumegin.
Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu, vísir á, at gonguteigurin knýtir økini, sum eru partur av samanløgdu kommununi, enn betri saman, og hetta heldur hann í longdini fer at hava stóran týdning.
- Vit hava longu sæð, at nýggi gonguteigurin hevur verið nógv brúktur, bæði av familjum við barnavogni, fólki sum í aðrar mátar ganga millum økini – og hjá fólki, sum dáma at renna.
Meðan vit práta, kemur Trygvi K. Joensen inn á stórar ætlanir, sum fólk í Sundalagnum hava við ymiskum gøtum, har eitt nú gamlar gøtur verða endurbygdar – og nýggjar gøtur skulu gerast.
- Tað eru borgarar, sum soleiðis eru farnir at gera nakað við at skapa nýggjar møguleikar hjá fólki, sum hava hug at ganga, samstundis sum ætlaðu gøturnar fara at leiða fólk út í náttúruvøkur øki í kommununi, sigur hann.
Sosialurin fer einaferð seinni at venda aftur til hesar áhugaverdu ætlanir, sum fólk í Sunda kommunu brenna fyri.
Í aðrari grein í blaðnum í dag er samrøða við Martin Sømark í Hósvík, sum hevur verið primusmotorur í at byggja brúgv og gøtu fram við sjóvarmálanum og ósanum í Hósvík.