- Hetta er ein heilt genial jólagáva til øll foreldur í Tórshavnar Kommunu.
Tað eru býráðslimir í Havn, samdir um.
Í kvøld hevur býráðið einmælt samtykt, at frá á nýggjárinum skulu øll foreldur bara rinda fyri at hava eitt barn í barnaansingini í kommununi. Hava tey fleiri børn í vøggustovu, barnagarði, ella í frítíðarskúla, verða hini ókeypis.
Tað er bara tað yngsta barnið, rindast skal fyri, ímeðan øll tey eldru systkini verða ansað ókeypis.
Sostatt koma foreldur ongantíð undir at rinda meiri enn 2.546 krónur um mánaðin fyri barnansingina, sama, hvussu nógv børn tey hava. Hetta er tað, tað kostar at hava eitt barn í vøggustovu.
- Hetta merkir, at tess fleiri systkin eru í eini familju, tess størri er sparingin.
- Hetta er rætti mátin at geva systkum avsláttur í barnaansingini, tí hetta merkir, at tað eru tær stóru barnafamiljurnar, sum fáa tað størstu sparingina, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum.
Hetta merkir, at ein familja, sum hevur eitt barn í vøggustovu og eitt barn í barnagarði, sparir 940 krónur um mánaðin, ella 11.280 krónur um árið. Ein familja við trimum børnum, einum í vøggustovu, einum í barnagarði og einum í frítíðarskúla, sparir 1.416 krónur um mánaðin, ella 16.992 krónur um árið. Og hevur ein familja tvey børn í vøggustovu og eitt í barnagarði er sparingin familjuni 2.849 krónur um mánaðin, ella heilar 34.188 krónur um árið.
Býráðslimir halda, at hetta er ein ”heilt genial” jólagáva til foreldrini í kommununi, og við hesum er so ein forðing fyri at fáa fleiri børn, beind av vegnum.
Bogi Andreasen, heldur, at skipanin kundi verið eitt sindur meiri genial, tí hann heldur, at býráðið eigur at kanna møguleikarnar fyri at gera barnaansingina púra ókeypis.
- Men tað verður kanska eitt valagn uppundir næsta býráðsval um eitt ár, leggur hann afturat.
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað hevði kostað kommununi yvir 20 milliónir krónur afturat.
- Hjá summum foreldrum er tað ein sonn pína at finna pening til øll hesi ansingargjøldini, so hetta kemur ógvuliga væl við, heldur Jógvan Arge. Og Bjørghild Djurhuus heldur, at hetta eru eini sonn gleðiboð til foreldur.
Tróndur Sigurðsson heldur enntá, at barnaansingin hevur verið so dýr, at tað hevur fingið foreldur at aftra seg við at fáa fleiri børn, hóast tey annars høvdu viljað tað.
Tórshavnar býráð hevði sett tríggjar milliónir krónir av á fíggjarlógini til systkinaavsláttur næst ár. Men hendan nýggja skipanin kostar eina millión afturat. Hinvegin væntar býráðið at fáa færri umsóknir um frípláss í barnaansingini frá familjum við lágum inntøkum, og tað vigar eitt sindur upp ímóti.