Ein gardinumusikari og ein DJ-debutantur

Í kvøld kl. 21 framførir unga sangskrivarindan Annika Vang í Sirkus. Aftaná hana debuterar Ólavur í Búrstovu, aka Beetelgeuse, aftanfyri DJ pultin

Annika Vang byrjaði at spæla guitar og skriva egnar sangir, tá hon var 16 ár. Hon greiðir frá, at hon kallar seg sjálva fyri gardinumusikara, tí at tónleikurin fyri tað mesta er eitt frítíðarítriv hjá henni.

 

- Av tí sama eru sangirnir ofta ógvuliga persónligir og hava allir eina heilt serliga meining fyri meg. Tónleikurin hevur virkað sum eitt slag av terapi hjá mær.

 

Í kvøld kl. 21 sleppur mann at hoyra hetta ítrivið hjá Anniku, tá hon framførir í Sirkus.

 

Goymdar rútmur

Aftaná Anniku verður tað Ólavur Í Búrstovur, sum eigur túrin.

- Eg havi eina trongd til at fáa tónleikastílin French House spældan meira, og so føli eg meg kenna nakrar goymdar rútmur, sum mugu blíva spældar, sigur Ólavur um orsøkina til, at hann fer at royna seg aftanfyri DJ-pultin.

 

Ólavur fer frá nú av eisini at ganga undir náttarlívs-navninum Beetelgeuse. Hann spælir eina breiða variatión av Funk og French House við einum góðum ísletti av 80ara poppi - í Sirkus í kvøld millum 22-24.