DMI sigur frá sólglottum og lýggjari veðrið í Føroyum komandi vikuna. Í morgin verður turt við nakað av sól, og upp í 13 m/s, og hitin liggur millum 7 og 10 stig.
Týsdagin minkar hann vindin til niður í 5-10 m/s av landsynningi, tað verður turt og sól og hitin upp í 11 stig, um náttina niður í 3-7 stig.
Mikudagin verður somuleiðis lítið av vindi, 3-8 m/s av landsynningi, turt og sól og upp í 11 stig um dagin og niður í 2-7 stig um náttina.
Hósdagurin sær eisini góður út, 2-7 m/s, turt og sól og tá sigur metingin, at tað verður upp í 13 stig um dagin og niður í 1-5 stig um náttina, og fríggjadagurin verður eins og hinir dagarnir - at kalla eingin vindur, turt og sól og upp í 13 stig um dagin og niður í 3-5 stig um náttina.










