Ein gáva til ung í viðgerð

- Vit vilja hjálpa ungum fólkum í viðgerð út til ymisk tiltøk og annað, sum tey hava brúk fyri undir viðgerðini.

Tá barna-og familjudagur var í Skopun seinasta leygardag, søgdu fyrireikararnir - Rejoice Together - at avlopið av degnum hesaferð skuldi latast nýggja Viðgerðarheiminum Frælsinum á Eiði.

 

Tá heimið á Eiði so hevði móttøku í gjár, varð ein kekkur á 19.680 krónur handaður umboðum fyri stovnin. Tað vóru Jóna Nicolajsen og Irdi Mittelstein, ið standa til vinstru á viðheftu mynd, sum handaðu kekkin.

 

Aftrat kekkinum fekk Viðgerðarheimið Frælsið eisini eina snøgga klokku úr steini, sum Føroya Grótvirki í Skopun hevur gjørt - og tvær B71 blusur.

 

Jóna Nicolajsen og Irdi Mittelstein siga, at Martin Kúrberg, leiðari, var væl nøgdur og takkaði so hjartaliga fyri gávuna úr Skopun.

 

Ætlanin er ikki, at stuðulin skal brúkast til sjálvan bygningin á Eiði, men er ætlaður teimum ungdómum, sum koma at steðga á her.

 

- Vit vilja hjálpa hesum fólkum út til ymisk tiltøk og annað, sum tey hava brúk fyri undir viðgerðini. Tað er okkara ynski, at vit kunnu stuðla ungu fólkunum fíggjarliga til ymiskt, teimum tørvar, siga tær báðar.