Ein góður persónur

Fróði Benjaminsen. Fastur maður á føroyska miðvøllinum, og í nógvar miðvallardynamo'in í føroyska spælinum:
- Venjarar eru altíð ymiskir, men eg haldi Henrik hevur verið ein øgiliga góður persónur, tá tað ræður um samanhald í hópinum. Har var Allan Simonsen nógv meira bundin at reglum um, hvussu alt skuldi ganga fyri seg. Har hevur Henrik ikki gingið eins høgt upp í tað siðbundna.
- Sum spælari vilt tú heldur ikki hava, at alt skal vera so øgiliga strangt, og tí haldi eg, at hetta hevur verið ein øgiliga positivur eginleiki hjá Henrik.
- Og tað sama hevur verið galdandi á vøllinum. Her hava vit fingið nógv størri frælsi til at spæla, og tað haldi eg eisini hevur givið úrslit.
- So mín niðurstøða er heilt greitt, at Henrik hevur verið ein ógvuliga góður persónur at hava við at gera.