Ein góður landsstýrismaður

- Mítt ynski er at vera ein góður landsstýrismaður fyri alt føroya fólk, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur altíð nýggjár heima við hús, og siðvenja hevur verið at luttikið við stóra bálið á Glaðsheyggi, sum tó ikki varð av nøkrum í gjárkvøldið.

 

- Soleiðis hevur tað verið hjá mær, heilt síðan eg var smádrongur, sigur landsstýrismaðurin, sum tó viðgongur, at veðrið má ráða sær, og at veðurvánirnar hesaferð ikki vóru til vildar.

 

Heðin Mortensen sigur, at hansara størsta uppliving í árinum, sum fór, var, at hann fekk eitt langabbabarn aftrat, og tað var eisini ein stórhending fyri hann at gerast landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

- Eg eri takksamur fyri alt, sigur Heðin Mortensen, sum ikki hevur hug at draga nakað keðiligt fram úr farna ári.

 

Hann sigur, at nú hann er vorðin landsstýrismaður, er tað hansara størsta ynski at vera ein góður landsstýrismaður fyri alt Føroya fólk.

 

- Eg vil ynskja øllum Føroya fólki, bæði úti og heima, eitt eydnuberandi 2019, sigur Heðin Mortensen.

 

Viðheftu mynd av landsstýrismanninum í samferðslumálum eigur Ólavur Frederiksen.