Ein góður búffur

Búffurin var góður á La Carreta, men tænastan var ikki beinleiðis í heimsklassa

 

Staðið eitur La Carreta í Vestmanna. Vit vóru fýra, sum settu okkum í bilum og koyrdu norður til Vestmanna. Klokkan var farin av átta hetta kvøldið, tá løgreglan eisini hevði sínar mátarar úti við vegin.

La Carreta hevur nú verið ein fastar partur av bygdamyndinum í Vestmanna í fleiri ár nú. Tað ber eisini til at gista á La Carreta, og eftir hvat vit skilja á lagnum, so taka fleiri eisni av tilboðnum um at gista har.

Umhvørvið á matstovuni er hugnaligt. Ikki for nógv er gjørt burturúr, men tað skal sigast, at borðini gott kundu verið eitt sindur meira kreativt prýdd. Við nøkrum av borðinum er gott útsýni.

À matarlepanum eru teir vanligu forrættirnir sum eitt nú rækjubland, suppa og laksur. Búffarnir eiga eisini sín stóra part av lepanum, tá hugt verður høvðusrættum. Ìsurin er at kalla einaráðandi, tá tann síðsta síðan verður hugd at.

Forrætturin var suppa hjá tveimum, rækjubland hjá hinum. Suppan var bláber suppa, sum minti um mangar konfirmatiónir. Suppan var bara góð, men var heldur nakað, sum tú ikki hevði roynt áður. Rækjublandið smakkaði somuleiðis væl, men aftur hesaferð var saknur á tí kreativa. Thousand Island dressingin minti kanska í so nógv um burgarar til veruliga ein fáa tey hálovandi orðini fram.

Allir høvdu valt høvuðsrættin at vera ein búff. Búffarnir eru nú føðin, sum flestu føroyingar velja, tá farið verður út at eta. Onnur ting eru eisini á matarlepanum, men vit valdu at halda traditiónina við líka.

Búffurin hjá mær var óføra góður. Veruliga ein leskiligur biti, sum veruliga fekk tað besta í smakkisansunum fram. Ríkiligt av ymiskum var afturvið, og hetta gjørdi hetta til eina veruliga góða máltíð, sum fekk tær einki serliga penu orðini at verða strikaði av blokkinum. Afturvið búffinum var eitt hálvturt einki serligt úr Fraklandi.

Omaná var sum vera man valdur ísur. Hesin var við sjókulátu og einari peru. Tað er nú einaferð soleiðis, at dessertin smakkar best, tá búkuin er líkavið at bresta av góðum mati, og soleiðis var eisini hesuferð. Ísurin smakkaði sum so væl, men aftur hesaferð var tað líkasum, at tað mangla eitt sindur av kreativiteti.

Sum heild var talan um góðan mat. Nøkur álvarsom mistøk ger tað neyðugt at seta ein fingur á tænastuna. Eisini var tað rættiliga iriterandi, at hurðin stóð á glop, meðan vit sótu og ótu.

Góður matur á einumrímiliga hugnaligum stað. Tó ikki ein heildarmeting, sum toppar á stiðjanum.