Veteranurin hjá EB/Streymi - gamla NSÍ-hetjan - Sjúrður Jacobsen vitjaði gamlar gøtur í dag, tá EB/Streymur í fjórðingsfinaluni møtti NSÍ við Løkin í Runavík. Ein dystur NSÍ vann 2-0.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Sjúrð Jacobsen aftaná dystin.
Sjúrður Jacobsen er ikki heilt samdur við Anders Gerber, høvuðsvenjara hjá NSÍ, at EB/Streymur ikki hevði nakað at koma við. Sjúrður Jacobsen greiðir frá, at beint aftaná 1-0 málið hjá NSÍ hevði EB/Streymur ein stóran málmøguleika at javna til 1-1. Rógvi Egilstoft Nielsen hevði ein stóran málmøguleika í seinna hálvleiki, so sundalagsmenn vóru ikki eiðasørir í dystinum.
Sjúrður Jacobsen heldur dystin verða eina góða test hjá ungu EB/Streyms-leikarunum at royna seg ímóti einum effodeildarliði.
Sjúrður Jacobsen er nøgdur við byrjanina hjá EB/Streymi í landskappingini, har tað í fyrstu átta dystunum hevur verið talan um seks sigrar, og tveir javnleikir.