- Ein góð takkling er sum at skora eitt mál. Orðini eigur maðurin, ið týðum hevur verið nevndur "Harði hundurin í Víkingi", Hans Jørgen Djurhuus sum legði fótbóltsskógvarnar á hilluna í summar.
39 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus viðgongur, at tað var skeivt av honum ikki at gevast í fjør aftaná tvey FM-gull á rað við Víkingi. Samlað vann Hans Jørgen átta heiti við Víkingi og GÌ, og kundi tí gevast við góðari samvitsku. Hann angrar, at hann í heila tikið byrjaði aftur hetta kappingarárið.
Fyri Hans Jørgen Djurhuus hevur tað ongantíð verið motiverandi at sita á beinkinum. Hann vil sleppa at spæla, og tá vissa ikki er fyri tí var best at finna hurðina.
Hans Jørgen Djurhuus heldur ikki, at føroysku fótbóltsdómararnir hava verið eftir sær, hóast hann hevur fingið nógv kort aftaná 23 ár í føroyskum vaksnamannafótbólti.
Hans Jørgen Djurhuus hevur veruliga offrað seg fyri Víking. Hann hevur mótsatt flestu spælarunum í bestu fótbóltsdeildini ikki spælt fyri pengar: - Eg havi biðið formannin í Víkingi givið ungdómsdeildini pengarnar eg skuldi hava í løn, greiðir Hans Jørgen Djurhuus frá.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", ið var á FM1 seinnapartin í dag, har Hans Jørgen Djurhuus var gestur hjá Tróndi Arge.