ILA
? At vit hava fingið ILA, brýtur við nógvar metingar um, hvussu sjúkan smittar.
Tað er komið rættiliga óvart á eigararnar, at ILA nú eisini er staðfest í alibrúkinum hjá Sørvágs Laks í Vágum.
ILA er staðfest í einum ringi, har laksurin longu er tikin og nú verða eisini royndir tiknar úr hinum ringunum.
Gardar Joensen sigur, at hetta gera enda á nógvum teorium um, hvussu ILA smittar.
? Vit hava ikki brúkt brunnbát í fýra ár og vit ongantíð havt fóðurskip á fjørðinum. Seinastu trý árini er øll tung útgerð farin um Miðvág. Vit hava brúkt 1,5-2 milliónir upp á at keypa okkum egnar bilar og vognar til at føra laks og kassar, fyri at hava fult eftirlit á sóttreinsingini. Vit hava havt okkara egna virki, sum bara arbeiðir okkara laks.
Vit hava greiða avtalu við flutningsfelag, sum koyrir fóður til okkum um, at bilarnir verða sóttreinsaðir, hvørja ferð, teir koma hendavegin. Og laksurin, sum vit útflyta, koyra vit í okkara egnu bilum sjálvir og vit enntá umskipa laksin í Havn, fyri at sleppa undan at okkara bilar koma ov nær øðrum bilum við laksi.
Harafturat er tað ein sannroynd, at tað er ikki nógv sigling á Sørvágsfirði av fremmandum skipum og bátum.
? Teir hava eisini hvørt ættarlið av laksi fyri seg við og blanda ikki ættarliðini saman.
Sostatt heldur Gardar Joensen, at teir hava gjørt tað, sum stendur í teirra makt fyri at sleppa undan ILA.
? Í okkara føri kann staðfestast, at fleiri av teimum høvuðsorsøkunum, sum vit vanliga hava hildið eru orsøkin til smittuna: Brunnbátar, fóðurskip, tað at øll alibrúk brúka sama flutningsfelag, er so ikki galdandi í okkara, føri, sigur hann.
Fimm møguleikar
Gardar Joensen sigur, at hann hevur fimm toriir um, hvussu ILA kann verða komið til Sørvágs.
1) Villur fiskur: Tað gongur nógvur villur fiskur á Sørvágsfirði, toskur, seiður, síl, sild o.a. og smittan kann verða komin tann vegin.
2) Útróðrarbátar og skip: Útróðrarbátar og skip,sum sigla á Sørvág úr sjúkuraktum øki, kunnu føra smittuna við sær. Tað sigst, at smittan hongur ikki uttaná skipi og bátum. Men tað er ein sannroynd, at øll skip taka sjógv inn í kjølin og sigla tey í sjúkuraktum øki, og lensa í Sørvági, kann tað vera nóg mikið.
3) Sandbátar: Eg havi sæð sandbát taka sand tætt við eitt alibrúk klokkan 10 um morgunin og lossa í Miðvági á miðdegi og síðani er sandur koyrdur til Sørvágs. Sjógvur setir úr sandinum og tað kann føra smittu við sær.
4) Annar fiskur: Fiskur verður førdur í Vágar og úr Vágum . Hesir bilar koyra viðhvørt ígjøgnum sjúkurakt øki og tað kann føra smittu við sær.
5) Tað kann eisini vera, at ILA hevur altíð verið, men at at tað bara brýtur út undir serligum umstøðum. Tað kann eisini vera, at tað hópar seg upp í smáum og brýtur út, tá ið aling hevur verið í einum øki eitt ávíst áramál.
? So vítt eg veit, hevur aling ikki skapt eitt nýtt virus, ella eina nýggja bakteriu, so hitt er ein møguleiki, heldur Gardar Joensen.
Hann sigur, at einasti máti, hann kann hugsa sær at sleppa av við ILA, er at koppseta.
Hann sigur eisini, at hann hevur roynt at tosa við myndugleikarnar um summi av hesum viðurskiftum, eitt nú sandbátar og tað, at bátar lensa, hvar sum helst, men tað er onki komið burturúr.
Gardar Joensen sigur, at fíggjarliga er hetta ein álvarsligur smeitur fyri Sørvágs Laks.
Um virkið hórar undan, veit hann ikki.
? Tað veldst um, hvønn prís, vit fáa fyri tann fiskin, vit taka.
? Sum prísurin er nú, kann alt gera tað sama. Prísurin hevur verið 12-13 krónur fyri kilo og hann er kvinkaður uppeftir, men als ikki nóg mikið.










