Ein gáta hví ein bilur fór á sjógv í Leirvík

Er tað nakar, ið saknar onkran tey kenna, heitir løgreglan á tey um at siga frá

Tað er enn ein gáta fyri løgregluna, hví ein bilur fór út av vegnum á Gamla Leirvíksvegnum, og fór heilt á sjógv.

 

Einki fólk er at finna, men vit skuldi tað verið onkur, sum saknar ein av sínum, vilja vit ógvuliga fegin frætta frá teimum, sigur løgreglan.

 

Tað var seinnapartin, at ein bilur fór út av vegnum og lúkst á sjógv. Bilurin er fingin upp aftur og er førdur til Havnar. Einki fólk var í honum og kavarar hava leitað alla staðni fram við sjóvarmálanum, men til fánýtis.  Fólk hevur eisini leitað á landið, men hava heldur einki funnið, og tey eru nú givin.

 

Bilurin hevði føroyskar nummarplátur, men løgreglan hevur onga ábending um, hvør kann hava koyrt hann, ella um nakar hevur koyrt hann. Hann hevði automatisk gir og tey stóðu í frígir. Løgreglan hevur tosað við eigaran, men hann plagar at læna fólki bilin, so tað eru fleiri, sum brúka hann, og tí er tað óvist, hvør hevði hann nú seinnapartin.

 

Løgreglan sigur, at tey vita ikki um nakran, sum er saknaður. Tí heita løgreglan á fólk um at boða frá, er tað nakar, sum saknar onkran, tey kenna, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni. Ella um tað eru fólk, sum annars kunnu hjálpa løgregluni til at varpa ljós á, hvussu bilurin er endaður á sjónum.