Hóast eini 15 húski hava sín bústað á Breiðabliki í Havn, so er vegurin, sum hevur matrikkul nummar 1305r, kortini lýstur til sølu. Talan er um veg uttan fyri Lágargarð við Stoffalág - úti móti Boðaneshamri.
Tað vanliga er, at kommunan eigur almennu vegirnar. Men soleiðis er í øllum førum ikki í hesum føri, tí eitt smápartafelag, sum eitur SP/F Debes eigur hesa gøtuna. Trupulleikin er bara tann, at smápartafelagið er farið av knóranum og er í trotabúarviðgerð.
Advokatfelagið boðar í lýsingini frá, at vegateinurin Breiðablik er 2.059 fermetrar til víddar, at talan er um vanligan veg, sum ikki kann verða nýttur til annað endamál.









