Ein góð og trygg tilvera

- Nýggja býráðið í Fuglafjarðar kommunu hevur sett sær sum mál at skapa fólkavøkstur, sigur varaborgarstjórin.

- Nýggja býráðið í Fuglafjarðar kommunu hevur sett sær sum mál at skapa fólkavøkstur. Vit halda, at hetta er eitt realistiskt mál, tí vit hava nógv at bjóða tilflytarum.

 

Tað sigur Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

 

Hann vísir á, at Fuglafjørður eftirhondini er blivin ídnaðarmiðstaðurin í Føroyum. Í Fuglafirði eru nógv arbeiðspláss, og her eru nógvar sterkar fyritøkur, sum hvør í sínum lagi hava stóran týdning fyri flest allar føroyingar.

 

Eivin Breiðaskarð vísir á, at Fuglafjørður eisini ynskir at vera mentanarmiðstaðurin í Føroyum. Við fjøltáttaðum mentanarlívi við nógvum og spennandi tilboðum til fólk flest, hevur Fuglafjørður nógv at bjóða. Her er mentanarhús, mentanarvika, bindifestivalur og onnur mentanarlig tiltøk.

 

Varaborgarstjórin vísir á, at Fuglafjørður nú eisini fer í holt við at byggja nýggjan barnaskúla í ár.

 

- Hesin skúli er ein fantastisk verkætlan, sum børn og vaksin fara at hava stóra gleði av. Væntandi stendur skúlin liðugur innan eini 4-5 ár. Við einum tílíkum skúla koma vit eisini at verða heilt frammi í oddinum á skúlaøkinum, leggur hann aftrat.

 

Varaborgarstjórin vísir á, at tveir góðir barnagarðar eru í kommununi, so eisini her er Fuglafjørður væl fyri.

 

- Vit hava pláss til at taka nógv børn inn aftrat, og ansingargjaldið er lágt í mun til aðrar kommunur, sum vit vanliga samanbera okkum við. Her eru góðir møguleikar hjá fólki at skapa sær eina góða og trygga tilveru, sigur Eivin Breiðaskarð.