Ein góð íløga í hjúnalagið

Aftur í ár hevur tað eydnast samkomuni Oasuni í Hoyvík at fáa prædikumannin, Eivind Frøen at luttaka á árliga hjúnabandsskeiðnum.

Aftur í ár verður hetta skeiðið hildið á Hotel Vágum í januar mánaði komandi ár. Kostnaðurin fyri skeiðið er settur til 2400 kr.
Legan er ætlað øllum hjúnum, í øllum aldri, og so er líkamikið um talan er um nýgift ella pør sum hava verið gift leingi. Pláss  er fyri 24 hjúnum.
- Hetta er kanska nógvur peningur at gjalda. Men hetta er avgjørt ein góð íløga í hjúnalagið, verður sagt úr Oasuni.