Niels Uni hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum við MC-Hár síðan 1991. Síðan 1992 hevur hann ummælt tónleik í bløðum og útvarpi. Hann var nógv ár vertur á tónleikasendingum í Nærvarp Okkara í Keypmannahavn, í Atlantic Radio var hann vertur í Innrásini og hann hevur í Útvarpi Føroya havt sendingarnar Nýtt og gott gamalt og 15 tær bestu. Niels Uni hevur í summar verið ummælari fyri Sosialin á MjúS, Roskilde Festivalinum, G!, Ólavsøkukonsertini og á Summarfestivalinum.
Hann er kendur fyri at hava nokkso kontantar meiningar um tónleik, og onkuntíð hava ummælini skapt nógva øsing inni á kjakinum á planet.fo.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eg elski tónleik
Eg elski tónleik, og eg elski at skriva, so tað er tætt við tað fullkomna starvið, at skriva um tónleik. Mær dámar øðiliga væl at verða á festivalum og konsertum, og eg man hava hoyrt fleiri hundra bólkar spæla, á 6 Roskilde Festivalum, 14 Ólavsøkukonsertum og nógvum øðrum festivalum, konsertum og kafé kvøldum, so eg haldi meg hava røttu barlastina at ummæla
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brennandi áhugi
Eg havi havt ein brennandi áhuga fyri føroyskum tónleiki í nógv ár, eisini áðrenn eg sjálvur spældi. Eg haldi, at vit hava nógvar fantastiskar bólkar, og nógvir av teimum nýggju bólkunum, sum Lama Sea, Lawetz, Páll Finnur Páll, Side Effect, Sic og Paradox, hava ordiliga nógv at bjóða uppá.
Planet.fo hevur biðið Niels Una, um at velja fimm tær bestu fløgurnar í 2004 og farna partin av 2005.
Niels Uni heldur ikki at hetta var nakað stórt tíðarskeið hvat viðvíkjur tónleikaútgávum. Men nakrar heilt góðar fløgur eru útkomnar, og í enntá okkurt meistaraverk. Her er talan um fløgur, har løg, tekstir, innspæling og ljóðblandan ganga upp í eina heild.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$200 Viva <st1:PersonName w:st="on" ProductID="la Republica"$?$end$!$la Republica</st1:PersonName$?$end$!$
200, upptøkumaðurin Jónas Bloch Danielsen, og Óli Poulsen sum hevur ljóðblandað, hava skapt eitt meistaraverk, fløgan er longu ein av mest seldu fløgunum í 2005, og Musclemanblað er ársins hitt higartil í ár. 200 spæla so ræðuliga væl, at tað altíð er ein sonn gleði at hoyra teir. Løgini og tekstirnir ganga upp í eina heild, sum bara riggar. Niels er millum teir bestu yrkjararnar í landinum, og hansara rím er málsliga frek og fanga so ótrúliga væl, dømi sum: Kanska umboðar Miðflokkurin tað ónda - tað er í hvussu so er nakað eg hugsið um hvønn dag og Sunnudagsskúla Kaj tú ert alt for naivur snýs tær baby og lat Lisbeth taka yvir vísa hvussu einfalt, og tó genialt tað kann gerast. Orkan í tónleikinum er eisini so øðilig, at tú noyðist at elska tað.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Makrel Wonderland
Kanska ein tann vakrasta føroyska rokkfløgan, løgini eru framúr góð, tekstirnir eru óvanliga góðir fyri at vera skrivaðir av einum føroyingi, og so er ljóðblandan og produktión annars einastandandi. Gittarspæli hjá Rasmus er so vakurt, at man veit ikki um man skal smíla ella gráta av teimum melankolsku tónunum, sum hann gandar út úr gittarinum. Røddin hjá Ára er eisini ljóðblandað á vakrast møguliga hátt, so sjálvt tey til mest djevulsku skríggini dryppa av yndisligum vakurleika. Løg sum Flash Back Humour og Wonderland eru veruligar perlur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Páll Finnur Páll Førist
Henda fløgan kom út mikudagin, og eg visti longu áðrenn, hon kom út, at hon fór at vera á hesum listanum. Kanska mest orsakað av, at eg hoyrdi ráljóðbland fyrr í summar, og tí eg havi hoyrt nógv av løgunum á G!. Men eisini tí at samstarvið millum Jón McBirnie og Páll Finnur Páll, var so ótrúliga væleydnað á fyrru fløguni, Bermenn. Hetta var ein av bestu fløgunum í 2003. Bólkurin er millum bestu bólkar í landinum. Hetta kemst fyrst og fremst av teimum væl skrivaðu, fangandi, spælandi og stuttligu løgunum, sum teir skriva. Førist er væl meira rokkend enn Bermenn, og nógv møgulig hitt finnast millum løgini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eivør - Eivør
Eivør hevur eina fantastiska rødd, og hóast hendan fløgan ikki er líka góð, sum tær báðar fyrru fløgurnar, so eru tey góðu løgini og vakra røddin nóg mikið, til at lyfta fløguna millum fimm tær bestu í árinum. Tann kafe kenda ljóðmyndin er fullkommiliga niðrið á jørðini, har er ikki so nógv fjas. Hetta klæðir Eivør væl, og sterka røddin sleppur at royna seg. Tað málsliga fjølbroytni á fløguni er eisini stuttligt, og svensku løgini, sum Eivør hevur skriva á svenskum, tí hon heldur málið vera so vakurt, eru veruliga so vøkur. Tolkingin av Mær leingist hevur leingi verið eitt live hitt hjá Eivør, og á fløguni er lagið eisini millum tey bestu. Sum allar fløgurnar hjá Eivør er hetta ein neyðug fløgan.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tvey av Kamarinum Dámliga gøtan, Sangperlur í 50 ár
Tey av Kamarinum eru vorðin tvey av Kamarinum, Eyðbjørn og Nikolina eru eftir í bólkinum, og hava spælt saman við ymiskum tónleikarum í fleiri ár. Dámliga Gøtan er úrslitið av upptøkum, sum Ronny Nielsen hevur gjørt við systkjunum báðum. Nikolina hevur ein sera egna rødd, sum bergtekur meg sum lurtara. Hon tolkar á fløguni nýggj og gomul løg, við kraft og inniligheit á sín heilt egna hátt. Umframt Nikolinu og Eyðbjørn, sum spælir gittar, spæla ordiliga dugnaligir tónleikarar við, og teir geva fløguni eitt easy listening jazz feel, og tað klæðir løgunum. Hetta eru sangperlur, og føroysk fólkasál í meturprísi. Føroya elsti bólkur við eini av teimum fimm bestu fløgunum á árinum, ein fløga fyri gomul sum ung.