Ein góð byrjan uppá dagin

Svimjihylurin í Havn er nú latin upp aftur eftir at hava verið stongdur í ein mánað

Tað luktar av svimjihyli, og tað ljóðar sum ein svimjihylur. Tann veiki angin av klori og holla ekkóið í svimjihylinum í Havn er nú byrjað aftur.
Týsmorgun er, og illfýsið er uttanfyri. Parkeringsplássið gevur eina mynd av, at tað eru nógv fólk og svimja í morgun, tí har er meira enn hálvfult.
Innanfyri sær tó ikki út til at vera nógv fólk. Nøkur eru longu á veg avstað aftur, sjálvt um klokkan ikki er meira enn gott sjey.

Steðgur í
Svimjihylurin í Havn hevur verið stongdur í ein mánað. Og mánadagin lat hann aftur dyrnar upp fyri almenninginum, og hetta var til stóra gleði hjá teimum føstu fúsu.
? Tað eru heilt ótrúliga nógv, sum svimja fast hvønn morgun, greiðir lívverjin, sum er til arbeiðis, frá.
Fólkið byrjar at koma longu klokkan 6.45, tá svimjihylurin letur upp, men tó er sum oftast ein lítil skái í um hálvgum átta tíðina. Tá eru ikki so nógv fólk, men tað fyllist longu aftur, tá klokkan nærkast átta.
Tær so vælkendu morgunfrúurnar plaga eisini at koma millum átta og hálvgum níggju. Lívverjin tosar eina løtu um morgunfrúurnar, og hvussu stuttligt tað er at eygleiða tær, meðan tær svimja.
? Tann eina av teimum var 84, fyrstu ferð hon kavaði av fimm metur vippuni, greiðir hann brosandi frá. Nú er hon 86 og svimur framvegis.


Afturlatið
Tað eru framvegis ikki nógv fólk í høllini, men nøkur leggjast tó afturat. Ein vælvaksin maður í svørtum svimjibuksum kemur úr skiftingarrúminum. Áðrenn hann fer móti kappingarhylinum, steðgar hann á fyri at fáa sær ein vatnsopa. Sjálvt um vatnið í hylinum ikki er meira enn 26 stig, so fer hann beint útí og svimur nakrar longdir. Tvær ungar gentur sita í barnahylinum, so hóast talan mest er um tilkomin fólk, sum svimja so tíðliga á morgni, so er tað unga ættarliðið eisini umboðað - í øllum førum hendan morgunin.
Hendan hálva tíma, meðan ikki so nógv fólk eru í hyljunum, plaga teir fýra lívverjarnir, sum eru til arbeiðis at skiftast um at fara til kaffi í kafeteria. Tað liggur best fyri júst hesa løtuna, og soleiðis er tað so at siga hvønn morgun. Tey vita tað frammanundan, at tað eru ikki nógv fólk millum hálvgum átta og átta.
Lívverjin, sum prátað verður við, greiðir frá, at høllin letur aftur klokkan tíggju fyri almenninginum, tí tá koma skúlar og barnagarðar inn. Tá er hon so stongd til aftan á skúlatíð. Prátið fellur eisini inn á afturlatingina av høllini í desember mánaði.
? Tað eru mong, sum eru stak ónøgd, og tað skilir man eisini væl. Fólk hava fingið sær tann vanan at svimja hvønn morgun, og so er tað forargandi, at tey ikki kunnu sleppa tað í ein heilan mánað, men soleiðis er tað bara, sigur hann og leggur afturat, at eftirlit og viðlíkahald mugu til ? serliga í einari høll sum verður so nógv nýtt, sum tann í høvuðsstaðnum.

Saunaprát
Inni í brúsurúminum er púra deytt. Men so koma tvær kvinnur út úr hitarúminum, skola sær um kroppin og fara síðani inn aftur at seta seg. Tær práta aftur og fram um ymiskt. Onnur spyr hina, hvar ein kvinna er í morgun, og tað letur til, at hetta eru tvær kvinnur, sum plaga at svimja ofta.
Men tað er bert hálvur veruleikin. Onnur sigur, at hon ikki hevur verið í svimjihøllini síðani í summar, meðan hin greiðir frá, at hon svimur annanhvønn morgun.
? Tað er ein so góð byrjan upp á dagin, sigur hon, meðan hin nikkar samtykkjandi.
Hon heldur fram, at leiðin gongur tó ongantíð beint út í hylin. Hon situr altíð í hitarúminum í umleið hálvan tíma áðrenn. Hetta tí henni dámar best at sita í hitarúminum.
? Eg svimji slettis ikki. Komi bara fyri hitarúmið, sigur hin.
Tær práta um, hvussu deiligt tað er, at hylurin nú er latin uppaftur eftir at hava verið stongdur í ein mánað. Serliga tann, ið svimur annanhvønn morgun, hevur saknað tað øgiliga nógv. Hon heldur, at tað er eitt sera óheppið tíðarskeið at velja at lata svimjihøllina aftur.
? Eg plagi at ganga nógv - serliga tá eg ikki svimji, men veðrið hevur verið stak vánaligt í desember, og tí burdu tey kanska umhugsað at læst høllina eina aðra tíð á árinum, heldur hon fyri. Men hon skilir tó kortini væl, at høllin má steingjast, meðan árliga eftirlitið fer fram.
Tær báðar í hitarúminum setast aftur at práta, og nú er tíð hjá øðrum at fara til arbeiðis. Tær møta ikki fyrr enn um níggjutíðina.
Úti í skiftingarrúminum koma fleiri og fleiri fólk. Onkur mamma við børnum, og ein flokkur av smágentum kemur eisini innar. Skáin millum hálvgum átta og átta tykist vera av, og lívbjargarnir, sum fóru til kaffi henda hálvan tíma, skulu eisini aftur til arbeiðis. Í gongini standa tvær kvinnur og tosa um, hvussu deiligt tað er aftur at kunna at fara at svimja um morgnarnar.
- Tað er ein Harrans lætti, at høllin er opin aftur, sigur onnur glað á málinum.