Konsertin hjá Smokie var í Havn gjárkvøldið, og nógv fólk var í býnum.
Politiið hevði úr at gera, tí bæði í gøtunum og á vertshúsunum var rópan og skrálan, og summir høvdu hug at fara til hendurs.
Hetta lívið byrjaði fyri midnátt og vardi til langt út á morgunin.
Vakthavandi sigur, at bara innan fyri 20 minuttir, varð ringt sjey ferðir eftir politinum at koma út til ófrið.
Fríggjakvøldið varð ein ungur maður sligin fleiri ferðir og noyddist á skaðastovuna við smærru snuddum. Ein maður er skuldsettur fyri harðskapin.









