Politiið mátti upp í leikin í gjárkvøldið, tá ein maður gav einum øðrum ein knýttan neva beint í andlitið
Hendingin fór fram á einum skeinkistað í Suðuroy, har dansur var í gjárkvøldið. Hóast ongin fekk stórvegis skaða, mátti politiið upp í leikin.
Um vikuskiftið hevur politiið annars gjørt ferðmátingar í Havn. Tríggir bilførarar vórðu tiknir, og fingu teir allir hvør sítt klipp í koyrikortið.