Tað er næstan ikki at halda tal á, hvussu nógvir partar eru skrivaðir í framhaldssøguni um Emmanuel Adebayor og skiftið frá Manchester City til Tottenham.
Men nú er so seinasta punktum sett. Adebayor er nú Tottenham leikari við einari vikuløn á 175.000 pund ella nær við 1,7 milliónir krónur.
Leikarin hevur seinasta kappingarár verið leigaður út til Tottenham, eftir at hann stóð seg rættiliga væl eftir skiftið frá Arsenal til Manchester City. Men har vóru skjótt trupulleikar, og Adebayor endaði við at verða leigaður út til Tottenham.
Nú hevur so nýggi venjarin, André Villas-Boas gjørt av at gera leiguavtaluna permanenta.
Fyrr í dag ljóðaði annars, at Tottenham varð vorðið troytt av at bíða eftir, at fáa eina avtalu í lag, og tí heldur høvdu spurt seg fyri eftir liðfelaganum, Edin Dzeko, men í kvøld boða millum aðrar heimasíðan hjá BBC frá, at skiftið er endaliga komið upp á pláss.