Komandi árini fer Klaksvíkar kommuna miðvíst at fríðka ymisk øki í býnum. Eitt av hesum støðum er gongugøtan frá Bakkahjallinum til róðrarneystið, har nógv fólk gongur dagliga
Klaksvík: - Vit fegnast um, at tað er eydnast at fremja eina so sjónliga og nyttuga íløgu fyri so avmarkaðan kostnað, staðfestir Óli M. Lassen, formaður í Teknisku Nevnd.
Kostnaðurin av fríðkanararbeiðinum er mettur til einar 200.000 krónur.
Tekniska Nevnd hevur viðgjørt fíggjarligu støðuna á tekniska økinum og hevur staðfest, at sera lítið av peningi er tøkur til kommunal arbeiðir. Tí verða bert nøkur fá smærri arbeiðir framd nú, eins og onnur arbeiðir, har kommunan hevur gjørt einhvørja binding.
- Kommunan hevur seinastu mongu árini uppkeypt neystini á Biskupsstøð við niðurtøku fyri eyga, og tí var tað gjørligt nú at gera hendan partin fyri ein so avmarkaðan kostnað, sigur Óli M. Lassen við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.
Hann vísir á, at fleiri av neystunum vóru í so ringum standi, at tíðin var búgvin til at taka hesi niður. Nú neystini eru burtur, hevur kommunan fingið fleiri parkeringspláss eystanfyri róðrarneystið.
Tá ið hetta arbeiðið við Bakkahjallarnar er liðugt, verður farið undir at fríðka krókin millum Klaksvíksvegin og omankoyringina til lítlukai, sum nevndin eisini hevur raðfest í ár.
–––––––––––––––––––––––––––––