Síðani eftir miðdag í ólavsøkuaftan til í morgun hevur løgreglan í 25 førum verið úti og tikið full fólk upp. Fýra persónar hava sovið rúsin av sær á politistøðini, onkur er koyrdur til hús, meðan tað hjá øðrum hevur verið nóg mikið at vakt tey aftur.
Ólavsøkuaftan var løgreglan úti 13 ferðir at taka upp full fólk og ólavsøkudag 12 ferðir. Í flestu førum lagaði tað seg tó viða t vekja fólk aftur, meðan summi vórðu koyrd til hús. Sum til dømis ein 14-15 ára gamal drongur, sum útvið klokkan fimm í morgun sat og svav á einum bonki niðri við bátabrúgvarnar.
Sum nevnt vóru tað bert fýra fólk – harímillum ein ung genta – sum svóvu rúsin av sær í brummuni alla ólavsøkuna, og tað er sambært vakthavandi óhoyrt fá.
Bert tvær fráboðanir vóru um nakað, ið kundi minna um ófrið. Løgreglan var boðsend til eitt skeinkistað, tá hesi lukkaðu ólavsøkumorgun. Tveir unglingar vóru vorðnir nakað ónøgdir um eitthvørt, og høvdu verið so mikið hóttandi, at løgreglan varð boðsend. Teir sissaðu seg tó tá løgrelgan kom á staðið, men teir verða so skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar.
Í hinum førinum vóru tveir mans farnir upp at takast í Havnar Klubba um 03.30-tíðina, men tað var friður aftur, longu áðrenn løgreglan kom á staðið.
Smávegis herverk
Var lítið av harðskapi, so var næstan enn minni av herverki. Og tað sum var, var bert smávegis.
Ólavsøkukvøld fekk løgreglan boð um, at ein maður gjørdi seg inn á ein parkeraðan bil. Hann hevði brotið síðurútarnar á bilinum, og hóast maðurin var rýmdur av staðnum, tá løgreglan kom, er sak skrivað í málinum.
Kvart yvir trý síðstu nátt gjørdi ein annar maður seg inn á ein parkeraðan bil og hevði eitt nú brotið síðuspeglini. Eisini hann var rýmdur av staðnum.
Løtu seinni fekk løgreglan boð um enn ein mann, ið gjørdi seg inn á ein bil. Hann hevði sæð seg illan inn á bilin og stóð framvegis og sparkaði inn í síðuna á bilinum, tá løgreglan kom á staðið og tók hann.
Og klokkan gott seks í morgun fekk løgreglan boð um nakrar mans, ið vóru í ferð við at avmontera flaggstengur í miðbýnum og gera seg inn á ein pylsuvogn. Hesir vóru rýmdir, tá løgreglan kom á staðið. Flaggstengurnar lógu har, og sama var við pylsuvogninum, so løgreglan ger ikki meiri við hetta málið.
Mentalitetsbroyting
Annars var eitt minni ferðsluóhapp í vesturbýnum beint eftir miðnátt ólavsøkuaftan, tá ein eldri kona rendi á ein parkeraðan bil. Tað stóðst bert smávegis skaði av. Konan fekk tó smærri snuddir, og løgreglan kundi staðfesta, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Ein annar bilførari varð steðgaður um hálvgum fimm tíðina í morgun, og hann er nú skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.
Av øðrum kann nevnast, at sjúkrabilar nakrar ferðir vórðu boðsendir um ólavsøkuna. Talan var tó heldur ikki í hesum førunum um nakað álvarsligt, og í flestu førum høvdu samarittar viðgjørt fólkini, áðrenn sjúkrabilurin kom fram.
Í morgun var løgreglan á einum útiskeinkistað, har ábyrgdarfólkini vóru farin heim uttan at avmontera alt, so fólk ótarnað kundu tappa sær ókeypis øl. Ábyrgdarfólkini vórðu boðsend og komu at beina alt burtur.
So alt í alt var hetta hin friðarligasta ólavsøkan, sum vakthavandi hevur upplivað.
- Nógv fólk var í býnum, men alt gekk sum nevnt friðarliga fyri seg, og tá nógva regnið kom ólavsøkuaftan, tyntist skjótt út í mannamúgvuni, og út á morgunin var mest sum menniskjatómt í Havnar gøtum, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hann heldur, at tað er farin fram ein mentalitetsbryting seinastu árini.
- Fyri 15-20 árum síðani vóru tað fleiri, sum fóru á ólavsøku við tí fyri eyga at berjast og gera balladu. Hendan ólavsøkan hevur verið hin friðarligasta, sum eg veit um, og eg má siga, at tað hevur verið ein frægd at verið til arbeiðis hesar dagarnar, sigur vakthavandi á politistøðini.