Tolið er uppi. Avgerðin er tikin.
Aksel V. Johannesen tykist trýstur og lætnaður í senn. Floksformaðurin er somikið grønur í politikki, at hann hevur hvørki aldurin, royndirnar ella politiskt pondus at dúva uppá. Í somáta er uppgávan hansara absolutta sveinastykki.
Trýstið liggur á 40 ára gamla formanninum, tí slíkt stig er ikki tikið síðani Jákup í Jákupsstovu varð tveittur úr Javnaðarflokkinum eftir fólkaatkvøðuna í 1946. Hinvegin hava markantu meiningarnar og politisku solotúrarnir hjá rebelska løgtingsmanninum úr Skopun leingi skøvað myndina av leiðaraevnunum hjá Akseli V. Johannesen.
- Bæði veljarir og aðrir flokkar seta spurnartekin við okkara flokk. Um vit í heila tikið kunnu roknast at vera ein stjórnarberandi flokkur, tá tingmanningin ikki kann standa saman í týðandi málum. Tí snýr hetta seg um trúvirðið á flokkin.
Aksel V. Johannesen argumenterar fyri avgerðini, ið leingi hevur verið á veg. Hann viðgongur blankt, at málið um Skálafjarðartunnilin hevur útstillað veikleikarnar hjá flokkinum.
Ljósini vóru ikki meira enn slóknað eftir floksleiðslufundin í Losjuni í Havn 23. august, tá Gerhard Lognberg aftur knústi myndina av einum flokki við eini greiðari støðu. Tí meðan floksleiðslan í Javnaðarflokkinum gav formanninum sín fulla stuðul í at halda fast um eina almenna loysn fyri Skálafjarðartunnilin, so var Gerhard Lognberg framhaldandi til reiðar at lata løgmanni og samgonguni sína atkvøðu fyri privatu tunnilsloysnini, um tað aftur fyri kundi gagna Sandoyartunnlinum.
Uppskotið um misálit á løgmann gjørdist enn meira tyngjandi fyri formannin í Javnaðarflokkinum. Meðan Bárður Nielsen og Jákup Mikkelsen eftir fáum minuttum og við tyngd í orðunum kundu sannføra løgtingið og Føroya fólk um, at teirra flokkar framhaldandi stuðla løgmanni, so stóð Aksel V. Johannesen trilvandi og vinglandi eftir. Tí hóast formaðurin í Javnaðarflokkinum hevði sett sína undirskrift á uppskotið um misálit, saman við formonnunum í Tjóðveldi og Framsókn, so kláraði Aksel V. Johannesen tá avtornaði bara at skava saman fýra atkvøður innanfloks.
- Ja, tað var dropin, sum fekk longu fulla bikarið at flóta yvir, viðgongur Aksel V. Johannesen.
Men meðan Gerhard Lognberg nú er søga, so er Kristin Michelsen framvegis partur av Javnaðarflokkinum. Báðir atkvøddu teir blankt, tá uppskotið um misálit á løgmann kom til atkvøðugreiðslu, stutt eftir klokkan fimm, hósdagin 10. oktober.
- Øll kunnu traðka við síðuna av einaferð. Kristin Michelsen hevur fingið at vita, at tað var sera óheppið, at hann ikki atkvøddi saman við flokkinum í hesum máli. Tað skal ikki henda aftur, sigur Aksel V. Johannesen avgjørdur.
Men hjá Gerhardi Lognberg er kreditturin uppi. Tolið hjá formanninum er uppi.
- Tað hendir áhaldandi, ferð eftir ferð, at hann gongur ímóti flokkinum. Tað skaðar trúvirðið hjá flokkinum. Tí kann Gerhard Lognberg ikki framhaldandi vera partur av flokkinum og ímóti flokkinum ísenn, argumenterar Aksel V. Johannesen.