Ein fongur fyri føroyska gransking

Søkt verður nú eftir fýra Ph.D. lesandi til at granska í havinum og havumhvørvinum kring Føroyar. Nýggju granskararnir skulu starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Danska stjórnin hevur játtað tilsamans 9,2 milliónir krónur til fýra Ph.D. lesandi. Tað er danska ?Forsknings- og Innovationsstyrelsen?, sum stendur fyri granskingini saman við Fiskirannsóknarstovuni.

Í umsóknini eftir Ph.D. lesandi verður sagt, at kanditatarnir skulu sum útgangsstøði vera knýttir at universetiti í Danmark ella Føroyum, og skulu annars vera í Føroyum í minsta lagi helvtina av tíðini. Í Føroyum koma granskararnir at starvast á Fiskirannsóknarstovuni.

Bogi Hansen, formaður í stýrisbólkinum fyri granskingarverkætlana, fegnast um ætlanina.

- Hetta fer at fáa ómetaliga stóran týdning fyri granskingar- og fakliga umhvørvi á Fiskirannsóknarstovuni, sigur Bogi Hansen við Rás2.

Umsóknarfreistin er úti 26.september og málið er at tey fýra Ph.D. størvini skulu setast beinanvegin, so granskararnir kunnu byrja 1. januar næsta ár.