Ein flogberi afturat í Persaflógvan

Amerikanska verjumálaráðið hevur gjørt av at senda flogberan USS Carl Vinson til leiðina við Persaflógvan, men verjumálaráðið leggur dent á, at avgerðin hevur einki við ta spentu støðuna millum USA og Iran at gera. Umborð á flogberanum eru 80 stríðsflogfør umframt fleiri tyrlur.

Talsmaðurin hjá verjumálaráðnum, John Kirby, sigur, at avgerðin at senda USS Carl Vinson til leiðina við Persaflógvan er ikki tikin nýliga. Hann leggur afturat, at flogberin skal loysa ein annan flogbera, USS John Stennis, av.

Men sambært tíðindastovunum ætla amerikanararnir ikki bara at loysa av, tí sum skilst er ein triði flogberi, USS Abraham Lincoln, eisini á veg til leiðina við Persaflógvan.

Iran hótti nýliga við at steingja Hormuz-sundið, um flogberin USS John Stennis fór inn í Persaflógvan.