Phill Freere úr Avstralia er nýggi leikandi venjarin hjá mansliðnum hjá Mjølni.
Hann er spentur uppá uppgávuna, men hann heldur, at tað er ov keðiligt og ov lítið kappingarført við einari flogbóltsligu sum bert hevur fýra lið. Har ynskir Phil Freere eina broyting.
Phill Freere heldur eisini, at tað skal verða loyvt við fleiri útlendingum á teimum føroysku liðunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Phill Freere aftaná FK-kappingin var liðug.