Ein fløga úr hjartanum

- Eg vóni, at henda fløgan verður til gleði og uppbygging fyri tey sum lurta eftir henni, sigur Eyðun Jacobsen.

Í hesum døgum hevur hann givið út sína fyrstu fløgu “Ein undurkelda” við íalt 12 løgum.

Tað hevur leingi ligið Eyðuni á hjarta at geva út eina fløgu. Ikki fyrrenn nú, vit skriva november 2006 eydnaðist tað so.
Fløgan er hinvegin vorðin til og búnað í hjarta hansara gjøgnum hesa tíðina, soleiðis at hann í dag stutt kann siga um hana:
- Henda fløgan er sum eitt hjartabarn fyri meg!
Fløgan er føroysk burturav, um vit líka síggja burturfrá botninum í henni: Vælspælandi svenska trummuleikaranum Klas Anderhell.
Umframt svian eru bert føroyskir tónleikarar, kórsangarar og tøkningar við.
 
Føroysk framleiðsla
Á fløguni eru fyri tað mesta gamlir og kendir sangir, sum nógv eru sungnir í samkomunum kring landið.
- Hetta eru eisini sangir, sum eg eri uppvaksin við og havi sungið gjøgnum øll barnaárini, sigur Eyðun.
Á fløguni kann hann tí eisini av hjarta takka móður síni, fyri at hon frá barnsbeini av lærdi hann at syngja.
Við hesum 12 sangunum á fløguni vónar hann eisini, at áhoyrarin fær eyga á tað sama sum hann, nevniliga ta ævigu kelduna sum rann frá krossinum á Golgata.
Tá ein tosar við og um Eyðun, so er eitt sum altíð sermerkir prátið: Hansara stóri áhugi fyri tónleiki og sangi.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri tónleiki. Eg havi í roynd og veru spælt síðani eg var 12 ára gamal, sigur Eyðun.
Hann hevur verið við í fleiri útgávum áður við til dømis kasettubondum, men hetta er fyrstu ferð hann einsamallur gevur eina fløgu út.
 
Sálin er við
Tað er ikki frítt, at hann er nøgdur við úrslitið. Tað hevur tikið sína tíð, men tað hevur verið stríðið vert.
- Eg vil bara siga, at Kristoffur Mørkøre, sum hevur tikið hana upp, hevur gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði.
- Hann hevur dugað heilt ótrúliga væl at fáa tað rætta fram, - tað sum veruliga býr í mínum hjarta. Tí kann eg bara siga, at sálin er við í øllum sangunum, sigur Eyðun.
Tað er kortini ikki bert Eyðun sum syngur á fløguni. Sjálvur syngur hann níggju av sangunum, meðan tríggjar av døtrum hansara syngja hvør sín sang.