Ein fjórðingur eru kvinnur

Ein fjórðingur av borgarstjórunum í Føroyum eru kvinnur

Av teimum 29 kommununum í Føroyum, eru sjey kommunur, ið hava kvinnuligan borgarstjóra. Tað er góð 24% av øllum borgarstjórasessum í Føroyum.

 

Tískil er eitt sindur eftir áðrenn borgarstjórasessirnir koma uppá sama støði sum landsstýrissessirnir, har helvtin eru kvinnur.

 

Undan seinasta val vórðu fimm kvinnuligir borgarstjórar; í Fugloy, Hvannasundi, Vága kommunu, Kunoy og Fámjin.

 

Fimm av teim sjey kvinnuligu borgarstjórunum eru nýggjar í starvinum, meðan tvær hava sitið longri enn valið seinast. Tær eru Amalia í Frammistovu í Fugloy og Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu í Kunoy.

 

Fugloyar kommuna: Amalia í Frammistovu; borgarstjóri síðan 2012

 

Hvannasunds kommuna: Irdi Jacobsen; fyrsta skeið

 

Kunoyar kommuna: Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu; borgarstjóri síðan 2015

 

Vága kommuna: Eyðdis Niclasen; fyrsta skeið

 

Sørvágs kommuna: Aimé Jacobsen; fyrsta skeið

 

Tórshavnar kommuna: Annika Olsen; fyrsta skeið

 

Húsavíkar kommuna: Brynhild Sørensen; fyrsta skeið