Ein fjórðingsøld á fiskavirkinum í Gøtu

Tórgerð Gøthe hevur arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í samfull 25 ár. Maður hennara, Johannes Árni Gøthe, hevur arbeitt á sama virki sum konan í umleið 20 ár. Fiskavirkið er soleiðis fíggjarliga lívsgrundarlagið hjá teimum báðum, eins og virkið hevur verið og framvegis er grundarlagið hjá nógvum familjum í nærumhvørvinum

FRAMLEIÐSLA

Út við 100 fólk eru á lønarlista hjá Fiskavirkinum í Gøtu. Hetta eru
fólk í øllum aldursbólkum, heilt frá skúlanæmingum til fólk, sum eru farin langt um pensjónsaldur. Tey yngstu, sum í løtuni arbeiða á virkinum, eru næmingar, sum nú eru í summarfrí og kunnu tjena sær nakrar krónur í frítíðini. Nøkur, sum arbeiða á virkinum, eru farin um tey sjeyti, og mánadagin í hesi vikuni fylti eitt av arbeiðsfólkunum 74 ár. Fólk eru fegin um at kunna vera leingi í starvi, um tey annars orka at arbeiða í fiski so langt upp í árini.
Millum tey, sum starvast á virkinum, eru eisini nøkur hjún, sum soleiðis burtur av hava sítt livibreyð á Fiskavirkinum í Gøtu.
Tórgerð og Johannes Árni Gøthe eru millum teirra, sum arbeiða í fiski hvønn dag. Hann er farin um pensjónsaldurin, og hjá Tórgerð líður væl.
Í august í ár hevur Tórgerð Gøthe arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í samfull 25 ár út í eitt, og Johannes hevur verið har eini 4-5 ár styttri.
Tá Sosialurin vitjaði fríggjadagin, stóðu einar 4 kvinnur og saltaðu fisk, og Tórgerð heldur fyri, at einar tríggjar av hesum eru omanfyri sjeyti ár.
- Kvinnurnar eru raskar, og tær megna sítt arbeiði uttan trupulleikar, sigur hon.

Vrakar og pakkar
Uppgávan hjá Tórgerð er í løtuni at vraka og pakka.
- Vit eru fleiri vrakarar, sum standa við knívi og hygga at, hvussu saltfiskurin, sum kemur frá reinskeringini, sær út. Er okkurt, sum vit ikki halda er nóg gott, leggja vit seinastu hond á flakið.
Hon sigur, at hin uppgávan hjá einum vrakara er at meta um, hvørt fiskurin, sum kemur eftir bandinum, er av dygd 1, 2 – ella, um hann fer í tað, sum rópt verður mix.
Fiskurin verður pakkaður í eskjur, og her liggur vektin um 25-26 kilo í hvørjari.
Hesi 25 árini, síðan Tórgerð byrjaði at arbeiða á Fiskavirkinum í Gøtu, hevur hon verið um alla framleiðsluna, men í seinastuni hevur hon bara verið inni í pakkirúminum, har vrakingin eisini fer fram.
Á plássinum hon stóð hendan dagin, Sosialurin vitjaði, rópa tey til stuttleikar í ”gásageiranum”, tí her er kanska nakað trongligt at standa.
- Eg havi soleiðis verið við í ymiskum framleiðslum og í ymiskum tíðarskeiðum á virkinum. Áður varð fiskurin, sum fór í salt, reinskorin fyri salting, men soleiðis verður ikki gjørt longur. Nú verður fiskurin fyrst saltaður, og hann verður ikki reinskorin og góðskumettur, fyrr enn hann verður pakkaður. Tá fiskurin verður góðskumettur, verður serliga hugt at beinum og sandmaðki.
Hon sigur, at á virkinum eru einir 16 reinskerarar, og síðan standa eini 4-5 fólk og reinskera tað, sum restar í, góðskumeta fiskin og skilja hann eftir dygd í eskjur.

Betraðar umstøður
Fiskavirkið í Gøtu byrjaði í sínari tíð við sild, men seinni gjørdist virkið eitt vanligt flakavirki, har saltfiskur var ein partur av framleiðsluni. Nú í nøkur ár hevur virkið bara fingist við saltfisk, og fiskasløgini eru í stóran mun toskur, longa og brosma.
- Mær dámar væl at arbeiða í fiski, og tað siga tey 25 árini, eg havi starvast her, eisini. Men tað er eingin loyna, at eg viðhvørt kundi hugsað mær okkurt annað. Um vetrarnar er mangan kalt at standa á einum fiskavirkisgólvi. Hitaskipanin er frá gamlari tíð við blásarum undir loftinum, og hetta haldi eg ikki riggar so væl, sigur Tórgerð.
Hon vísir á, at nógvar ábøtur og útbyggingar av ymiskum slagi eru gjørdar á virkinum, síðan hon fyrstu ferð trein innar, og framvegis verður arbeitt við at bøta um umstøður og trivnað.
- Vit skulu avgjørt ikki klaga. Vit hava eina fitta og dugnaliga leiðslu, sum roynir at fáa tað besta burtur úr sínum arbeiðsfólki. Eg havi alt gott at bera teimum, og eg havi stóra virðing fyri Gregersen-monnunum sum vinnulívsmonnum, sigur hon.
Tórgerð Gøthe sigur, at kantinuumstøðurnar hava verið trongar leingi, men nú verður av álvara bøtt um hesi viðurskifti við tað, at stór og nýggj kantina verður bygd vestur úr virkisbygninginum.
- Uppi á takinum á kantinuni verður terass. Tey siga, at alt hetta arbeiði skal verða liðugt í september, og vit gleða okkum rættiliga nógv til tað, sigur hon.