Fótbóltur
Fríggjadagin stóð greitt, hvør revsingin til venjaran hjá Víkingi skuldi verða.
Sigfríður Skaale Clementsen varð revsaður við dystarbanni í ein dag fyri tað, sum fór fram eftir dystin millum B36 og Víking.
Sum skilst, so heilsaði Sigfríður heldur ófólkaliga upp á 4. dómaran, tá teir báðir hittust í B36-húsinum nakað eftir dystarlok. Og í orðadrátti teirra millum kom fingurin hjá Víkinga-venjaranum so á loft.
Nýggir standardir
Tað merkisverda við dóminum er, at hetta er fyrstu ferð, at leikbann fyri at vísa fingurin bert fevnir um tann eina dagin.
Í vegleiðingini til leikbann, sum finst á heimasíðuni hjá FSF verður beinleiðis staðfest, at spælari fær dystir leikbann, um hann vísir dómara fingurin.
Venjarar og onnur ábyrgdarfólk verða tó ikki dømd eftir somu lógarreglu, sum spælarar verða tað. Har er tað ístaðin grein 9, sum er galdandi, og har verður bara staðfest, at ósømiligur atburður verður revsaður við leikbanni í ein til tríggjar dystir.
Tað er tó lítil ivi um, at tær leiðreglur, sum verða nýttar fyri spælarar, eisini eru grundarlag undir revsingum, sum verða dømdar eftir grein 9. Er talan um ósømiligan atburð frá spælara, so verður hetta takserað soleiðis:
• Brúka munn móti dómara: 1 dyst
• Brúka sera ljóta munn móti dómara (herundir at vísa fingurin): 2 dystir
• Serliga grov brot móti leikara ella dómara: 4 til 6 dystir
Soleiðis verður beinleiðis staðfest, at tað gevur tveir dagar, um dómarin fær fingurin frá spælara. Og siðvenjan vísir, at hesar reglurnar eisini eru galdandi, um spælari hevur forbrotið seg inn á hesar reglur eftir dystarlok.
Aðra staðni í vegleiðingini verður staðfest, at talan kann verða um linari revsing, um spælari er ertaður (provokeraður) til brotið, men hetta verður einamest nýtt, tá talan er um atgerðir í hevnisøku.
Tað gevur orsøk til at spekulera í, um revsingin til Sigfríð Clementsen varð linari, tí hann møguliga hevði verið offur fyri provokatión frá 4. dómaranum. Sjálvur sigur 4. dómarin, Rói Christiansen, at hann ikki hevði provokera venjaran, og formaðurin í kappingarnevndini váttar, at hetta ikki var partur av dómsviðgerðini.
Jákup Martin Joensen,sum er formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at talan er um dóm, har einki fordømi fyrilá.
- Tað, at hendingin fór fram inni í B36-húsinum og ikki úti í almenna rúminum, var við í okkara meting av støðuni. Vit høvdu eini revsirammu, sum var millum ein og tríggjar dystir, og í eini heildarmeting hildu vit, at ein dystur var hóskandi revsing, sigur Jákup Martin Joensen.
Summi eru meira líka
Eftir stendur tó, at FSF við hesum hevur staðfest, at tað er bíligari hjá einum venjara enn hjá spælara at bera seg ósømiliga at móti dómaranum. Og at tað, sum annars verður roknaður sum sera ljótur atburður “bert” er at rokna sum ljótur atburður, um eygnavitnini til hendingina eru nóg fá.