Ein festivalgestur í brummuna

Á Politistøðini verður sagt, at fyrsta kvøldið í Klaksvík fór framvið, uttan at løgreglan hevði stórvegis at gera.

Hóast talan helst var um størstu hóskvøldsfjøldina, sum nakran tíð hevur verið á Summar Festivalinum, so skikkaðu fólk sær sum heild sera væl, veit vakthavandi at siga.

Fullabrumma er longu flutt til Klaksvíkar, og í so máta var teinurin ikki so langur, tá tann eini festivalgesturin hevði fingið nakað nógv, og tí ikki var førur fyri at vinna vegin heim. Hesin svevur nú rúsin út í brummuni.

Eisini var onkur klaga á campingøkinum, har tónleikurin var dekan ov hart frá í einum vogni, men ein vinarlig áheitan frá løgregluni var nóg mikið, soleiðis at tónleikurin varð skrúvaður niður.

Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning, so hesin noyðist nú helst at lata koyrikortið frá sær.