Ein ferðandi føroysk kunningarstova

Uppgávan hjá føroyska fólkatingsumboðnum

Ikki tær at siga, so talar Tjóðveldisflokkurin fyri, at Føroyar fáa politiskt fullveldi. Tað er ein avgerandi fortreyt fyri, at føroyingar sjálvir leggja alla orku í eina samfelagsliga eginmenning. So mikið er kortini púra greitt: Avgerðin um føroyskt fullveldi skal ikki takast á Fólkatingi, men í Føroyum. Spurningurin er so, hvørjar góðir orsøkir finnast fyri at velja eitt tjóðveldisumboð á danating.

Sambært veljarakanningunum, so er spurningurin um okkara ríkisrættarligu støðu ovast á politisku dagsskránni. Og er tað so, at ein radikal broyting í okkara ríkisrættarligu støðu er aktuel, so eru samráðingar við danir eisini aktuellar. Tær kunnu fara at vera rættiliga tógvar. Tí er tað um at gera, at ikki bara vit, men eisini danir hava sakliga og gjølliga vitan um føroyska ynskið um føroyskan sjálvsavgerðarrætt.

Tað paradoksala er, at á fólkatingsvalinum skulu vit føroyingar vera við til at seta saman tann mótpartin, sum vit skulu gera okkum politiskt leysar av. Tí er umráðandi, at vit fáa danskar politikkarar og danska almenningin yvirhøvir at skilja okkara støðu og okkara sjónarmið; tað er umráðandi at fáa teir at vera viðspælarar heldur enn mótspælarar. Hetta krevur, at misskiljingar í fortíðini verða ruddaðar burtur og slóðað verður fyri einum veruligum dialogi í framtíðini.

Uppgávan hjá einum tjóðveldis-umboði á Fólkatingi verður í hesum høpi

atgeva dønum kunning í málum, sum viðvíkja Føroyum, - herundir at fáa danskar politikkarar at skilja, at Føroyar ikki kunnu stjórnast úr Keypmannahavn

at leggja dønum eina við, at Danmark sambært ST-reglum hevur skyldu at at stuðla føroyskari sjálvstýrisstremban, eisini um talan er um stovnsetan av føroyskum fullveldi

at sannføra danska almenningin um, at føroysk sjálvbjargnis-stremban ikki er anti-donsk, men er grundað á rættin til sjálvsavgerðarrætt og á virðingina fyri tjóðskapinum og sjálvsavgerðar-rættinum hjá øðrum

at leggja seg eftir at fáa treytaleysa ávirkan á danska Føroya-politikkin, t.v.s. uttan at hendan ávirkan skal lønast aftur við stuðli í málum, sum eru donsk burturav

athalda seg og føroyskar myndugleikar kunnaðar um, hvat ein komandi donsk stjórn hugsar og ger í Føroya-málinum.

Tað er ikki nóg mikið at eitt føroyskt fólkatingsumboð fer dongjandi vestur á flogvøllin eina ferð um fjórðingsárið og niðut á Fólkatingið at skúma alt upp, tá ið føroysk mál so hissini koma fyri. Nei, eitt føroyskt fólkatingsumboð ein ferðandi kunningarstova. Føroysk sjónarmið verða eiga javnan løgd fram ikki bara á Fólkatingi, men eisini í fjølmiðlum, á fyritøkum, í veljarafeløgum, á skúlum og hægri lærustovnum og alla staðni annars, har høvið býðst.

Sakliga og gjølla!

Tað fer Tjóðveldisflokkurin at síggja til.