Saman við Búa Dam er Dánjal á Neystabø upphavsmaður at Ævintýraferðini.
Hugskotið til leikin fekk Dánjal, tá ið hann gekk á tónleikaraskúla í Svøríki. Har var hann við í einum líknandi projekti, og helt hetta vera nakað, ið føroysk børn eisini áttu at upplivað.
- Eg haldi ikki, at nakar líknandi tónleikasjónleikur var í Føroyum tá. Og tá ið eg sá, hvussu væl tað riggaði har, helt eg tað vera stuttligt, at taka tað við heim aftur, sigur Dánjal og fekk síðani Búa Dam við upp á tað.
Ferðirnar vóru so væl móttiknar fyrsta árið, at teir báðir avgjørdu, at fara á ferð árið eftir eisini. Undirtøkan hetta árið var enn betri enn undanfarna ár, og soleiðis hevur gongdin verið øll trý árini.
Síðani leikurin byrjaði fyri fýra árum síðani, hava teir báðir havt ein eyka leikara aftrat sær. Fyrsta árið var tað Beinta Clothier, síðani Hallur Johannesen og í fjør var tað Sofía Nolsøe. Í ár er tað Gunnvá Zachariassen, ið fer at hjálpa garpunum á ferð.
Reyður tráður við leysum endum
Búi og Dánjal hava hini árini sjálvir funnið uppá sjón- og tónleik, og í ár verður einki øðrvísi:
- Gjøgnum árið práta vit saman og skriva niður hugskot, sum vit fáa. Tá ið so summarið nærkast, seta vit okkum niður og leggja til rættis. Alt tilfar er okkara egna, og somuleiðis allir sangirnir.
Hvat er tað, ið ger leikin so væl umtóktan og áhugaverdan hjá børnum?
- Eg haldi, at tað er hetta við at verða drigin við í ein annan heim. Tey taka ein virknan lut í tí sum hendir, og gjøgnum leikin er alla tíð eitt samspæl millum okkum leikarar og børnini. Til dømis so kunnu vit syngja ein sang, har børnini skulu koma við djóranøvnum ella okkurt líknandi.
- Leikurin er rættiliga skipaður í byrjanini, men so hvørt sum hendingagongdin líður, verður loyst eitt sindur og børnini koma uppí. Summar tíðir halda børnini á fram at spæla, meðan vit sníkja okkum avstað.
- Men tað er alla tíð ein reyður tráður gjøgnum sýningina, soleiðis at børnini merkja, at tey eru á eini ferð, sigur Dánjal, ið gleðir seg til at ferðast við børnunum.
Einki ‘antin ella’ hjá børnum
Men tað eru ikki bara børnini, ið fáa nakað burturúr:
- Tú trýrt tí ikki, men vit sum framføra fáa ómetaliga nógv burturúr sjálvi. Børn eru so ótrúliga erlig og fjala ikki tað, sum tey halda. Um tey halda, at leikurin er rotin, so siga tey tað. Og tað haldi eg vera frálíkt.
- Vit vaksnu er oftani í so røsk til at síla frá og bangin fyri at miseydnast. Vit halda eitt sindur aftur og leypa ikki í við báðum beinum, um tú skilur hvat eg meini. Hjá børnunum er tað antin ella. Antin er man við ella ikki. Og tað er hugkveikjandi, sigur Dánjal, ið gleðir seg til at ferðast við børnunum.
ÆVINTÝRAFERÐIN
Leikarar:
Búi Dam
Dánjal á Neystabø
Gunnvá Zachariassen
Sýningar:
27. juli kl. 16 og kl. 18
28. juli kl. 16 og kl. 18
29. juli kl. 16 og kl. 18
30. juli kl. 16 og kl. 18
31. juli kl. 16
Les meiri um Ævintýraferðina á:
www.avintyraferdin.com