Ein ferðandi helt manninum

Á seinnapartstúrinum hjá airbussinum úr Vágum í gjór, gjørdist ein maður heldur ólátaður.

Hann fór at rópa og reisti seg upp og vildi ikki seta seg niður aftur.

Eitt ferðafólk loysti trupuleikan við at halda manninum, til flogfarið lendi í Kastrup.

Har tók politiið ímóti ólátaða manninum.

- Har var eingin dramatikkur, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.