Ein fekk klipp og ein fekk koyriforboð

Í ferðmátingum hjá løgregluni í Norðoyatunlinum í nátt vórðu tvey mál skrivað.

 

Beint eftir midnátt í nátt gjørd løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum, og her vórðu tvey mál skrivað. Ein bilførari, sum varð máldur at koyra 105 kilometrar um tíman, fekk bót og klipp í koyrikortið.

 

Verri gekst hjá einum øðrum bilførara, sum bæði koyrdi skjótt og hevði havt koyrikortið lutfalsliga stutt. Hesin bilførarin varð máldur at koyra 124 kilometrar um tíman, ið er langt oman fyri hámarkið, sum er 80 kilometrar um tíman.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at við tað, at bilførarin hevði havt koyrikortið so stutt og varð máldur at koyra so skjótt, fekk viðkomandi treytaða frádøming og koyriforboð.