Ein nýtslufeilur í sambandi við vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga er helst orsøkin til, at alt meginøkið lá svart millum klokkan fýra og fimm nú seinnapartin.
Tað sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV
Um fýratíðina fór streymurin um alt meginøkið. Tað vil siga alt landið uttan Suðuroy og onkur av útoyggjunum.
– Teir eru í ferð við at starta Eiðisverkið uppaftur nú, síðani verður Sundsverkið tendrað. Streymurin skuldi verið komin aftur um alt landið innan 20 minuttir, segði Finn Jakabsen, tekniskur stjóri hjá SEV, tá info hitti hann beint fyri klokkan 16:30. Í Havn kom streymurin aftur fyri løtu síðani.