Ein farri av nationalfasismu?

Eg gjørdist rættliliga illa við, táið eg upp undir síðsta vikuskifti frá almennum tíðindafundi gjøgnum fjølmiðlarnar fekk boð frá landsstýrinum: »Nú eigur tú at velja, um tú ert í parti við føroyingum ella við donsku stjórnini«!!! Og fyri at ongin ivi skal vera um, hvat hetta merkir, so varð greitt frá, »at vera í parti við føroyingum«, tað er at taka undir við landsstýrinum í fullveldismálinum. Og »at vera í parti við donsku stjórnini«, tað er at vera í andstøðu til fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Hesin totaliteri hugsunarhátturin er ræðandi.

Eg eri ein av teim 32, sum eru valdir á løgting at umboða og tæna áhugamálunum hjá Føroya fólki. Og tað royni eg at gera av øllum alvi og eftir besta førimuni. Eg virki eftir mínari sannføring um, hvat ið tænir politisku, búskaparligu og samfelagsligu áhugamálunum hjá Føroya fólki. Tað er júst tí eg ikki taki undir við fullveldisætlanini hjá teimum trimum flokkunum, sum skipaðu landsstýri fyri skjótt 2 árum síðani. Eftir míni bestu sannføring er teirra ætlan so vandamikil og skaðilig fyri livikor og allar liviumstøður hjá Føroya fólki, at eg kenni meg noyddan til at vera ikki bert í passivari men í aktivari andstøðu til fullveldisætlanina, og ístaðin vísa á aðrar og betri leiðir at ganga til frama fyri føroyskan tjóðskap og sjálvstýri.

Tí fellur tað mær fyri bróstið sum tingmaður at vera hóttur av Føroya Landsstýri, at taki eg ikki undir við teimum ella í minsta lagi gevist við míni andstøðu og tigi, so er tað at meta sum at vera í fíggindans parti.

Hetta er ein politiskur hugsunarháttur, sum annars eyðkennir totaliterar politiskar skipanir. Hetta at landsins stjórn krevur lýdni frá øllum borgarum ? krevur at øll geva seg undir ta politisku kós, sum er sett, og tolir ikki andstøðu - vísandi til tjóðarinnar hægru áhugamál. Tað er nationalfasisma.

Almennu boðini frá landsstýrinum fríggjadagin bera brá av slíkum hugsunarhátti.


Hans Pauli Strøm, andstøðutingmaður