Tað var veruliga lagt upp til góða konsert 4. juni 2008 á Tórsvølli, tá maðurin við teim mongu heimshittunum vitjaði Tórsvøll. Hann eigur sangir, sum nærum hvørt mansbarn kennir. Nevnast kunnu Heaven, Summer of 69, When you’re gone og Can’t stop this thing we started, men listin er longri.
Veðrið var av sonnum til vildar mikukvøldið; stilli og sól. Og eini 5-6000 glaðir føroyingar.
Føroysk upphiting
Fyrstir á pallin komu menninir í bólkinum 4, sum júst hevur givið góða fløgu út. Og meðan fólk streymaði innar á Tórsvøll, leiktu teir sangir av fløguni. Hetta er krem fyri oyruni, tí talan er um countrykendan tónleik, ið gongur væl inn hjá teimum flestu. Og 4 stillaði upp við talmiklari og sterkari manning, og tað gav eisini úrslit, tí framførlsan var góð.
Jens Marni Hansen átti síðani pallin. Hann er nærum klárur við nýggjari fløgu og spældi løg av fløguni, umframt onkran gamlan kenning. Afturat sær hevði hann manning í danska X-Factor bólkinum, og teir svíkja sjálvandi ikki, men lata úr hondum gott hondverk. Saman við góðu rockrøddini úr Kollafirði riggaði hetta óføra væl. Lívligt og melodiøst.
At tosa um ljóðgóðsku og slíkt, tá talan er um upphiting, er nyttuleyst, tí dentur verður ikki veruliga lagdur á at gera tað heilt stóra burturúr upphitingini í so máta. Men føroysku avrikini á Tórsvølli vóru í lagi, og ljóðið var ikki vánaligt.
Bryan
Men tað var Bryan Adams, ið fólk vóru komi at hoyra og síggja.
Hann legði beinanvegin út við at spæla sínar kendu sangir, og teir hevur hann eina rúgvu av. Kanska meira, enn tey flestu geva sær far um. Longu sum nummar tvey á skránni kom Can’t Stop This Thing We Started, og so var jú beinanvegin nomið við innara lurtarasavnið hjá áhoyrarunum, tí hetta er eitt av mongu løgunum, sum hava verið heimshitt.
Veruligt lív kom í og Bryan Adams spældi Back to You. Og skift var ofta millum lívligar sangir og teir í stilla endanum, men longu eftir 45 minuttum kom Summer of 69, sum øll á Tórsvølli óivað kendust við. Sangurin telist millum teir kendastu hjá Adams, og mong høvdu óivað væntað, at hann kom aftarliga í sangskránni, ella sum eykalag. Men sjálvandi setti hetta lív og hita í fjøldina, tí lagið er ein rockklassikari.
Føroyska Paula á pall
Og so kom annars eitt tyssi av góðu løgunum, nevnast kann Everything I do, Cuts Like a Knife og ikki minst Heaven.
Men har var eisini ógloymandi løtan, tá Bryan vildi hava ein áhoyrara á pall at syngja við sær. Tað er vanligt, at ein (kvinnuligur) áhoyrari sleppur at syngja partin hjá Melanie C í lagnum When You’re Gone, sum Bryan og Melanie C sungu saman síðst í nítiárunum.
Og tað gjørdist Paula av Stongunum av Eiði, ið slapp á pallin. Og hon var bæði lívlig, glað og ósmæðin, so hennara leiklutur var spældur á tamb. Hon megnaði eisini sangin heilt væl, og tá hon so bæði klemmaði Bryan og dansaði við honum í eggjandi stíli, so var framførslan fullkomin.
Men framførslan náddi hæddirnar, tí tá Bryan spurdi Paulu um ymiskt, so kom fram, at hon arbeiddi á Hotel Føroyum, har Bryan og hansara menn hildu til, og hon segði seg gera reint á kamarinum hjá Bryan.
Og sjálvsagt undraðist Bryan og helt tað vera løgið, at hann av øllum áhoyrarunum á Tórsvølli skuldi velja sær hana, ið gjørdi reint á kamariinum, sum hann svav á. Hann tók mynd av Paulu og hon og vinkonurnar fingu T-troyggjur.
Hetta var av sonnum ein undirhaldandi løta á konsertini.
Samband
Sum heilt megnaði Bryan at hava ófatuliga gott samband við áhoyrarafjøldina. Hann spurdi um ymiskt, og greiddi frá um sangir og ymisk viðurskifti. Millum annað fregnaðist hann um mjørkan, sum miðskeiðis í konsertini hevði hug at sníkja seg oman yvir Tórsvøll, men sum tó ongantíð veruliga kom. Men kuldin gjørdi eitt sindur um seg, serliga á pallinum, har Bryan mátti blása í hendurnar, tí fingrarnir høvdu hug at stirna. Men alt hetta tók Bryan við einum smíli, og hann tóktist veruliga fegnast, og gav fjøldini Heaven. Lagið, ið er millum hansara allar kendastu.
So var liðugt, men Bryan spældi nøkur eykaløg; Run to you, Straight fram the heart (við munnhørpu og kassaguitari), og lagið All for one, All for Love.
Eftir ein tíma og trý korter var Bryan liðugur. Hann lovaði at siga øllum vinum sínum frá fagra landinum, ið nevnist Føroyar, tí hann hevði havt eina góða uppliving. Tað øvdu áhoyrararnir eisini.
Talan var í roynd og veru um eina góða konsert.Kanska hevði hon verið lívligari, um hon ikki lá mitt í viku.
Manglandi orka
Talan var næstan um eina intimkonsert, tí ljóðið var ongantíð serliga hart á Tórsvølli, og kanska tað eisini gjørdi sítt til, at framførlsan ikki var merkt av orku ella “power”. Tónleikaliga var alt sum tað skuldi, bæði løg og spæl, men kanska hevði verið ynskiligt, at skrúvað varð eitt lítið vet á volumuknøttin, so í hvussu er villu løgini fingu røttu megina og náddu “Heaven”.
Men fáir mjørkaflókar, og nógv sól á himlinum. Soleiðis kann konsertin lýsast. Og fyrireikararnir kunnu fegnast um at hava ritað einn eina væleydnaða konsert afturat listanum við stórum nøvnum.