Beint eftir jól 1887 fór Sámal Petur Petersen av Miðgerði í Kollafirði, seinni nevndur gamli Sámal Petur, at reka handil Niðri í Støð í Fuglafirði. Hann hevði til hetta endamál bygt stásiligan bygning.
Tá handilin læt upp, stóð bygningurin honum í 5000 krónum; men tá var vørugoymslan eisini við. Hesin handilsbygningur, sum í fyrstani eisini tænti honum sum bústaður, bleiv skjótt staðið, har fólk møttust - ikki bert til at gera síni handilsørindir, men eisini til at frætta nýtt.
Sámal Petur fór skjótt undir at keypa fisk til virkingar og átti longu í 1890?unum fleiri skip og fiskastykkir, har klippfiskur bleiv turkaður. Undir handlinum hevði hann fiskakjallara. Har vigaði hann fisk inn, vaskaði og turkaði hann, og so væl hepnaðist, at hann í umleið 1910 varð noyddur at byggja ein goymslubygning afturat vestan fyri handilin.
Hendan goymslubygning fóru menn skjótt at rópa Ribarhús eftir einum av skipunum, sum førdu vøru til handilin. Fyrst í 1920?unum fór at ganga niður á bakka hjá gamla Sámal Peturi, soleiðis at hann mátti gevast við virksemi sínum í 1924.
Tað eydnaðist tó elsta soni hansara, sum eisini æt Sámal Petur, men av fólki bleiv róptur Piddi, at føra handilin víðari við sama yðjandi virksemi, sum faðirin hevði havt.
Við skiftandi eydnu í arbeiði sínum, helt Piddi fram við gamla handlinum til eina ferð mitt í 1970?unum, tá ið handilsbygningurin við Ribarhúsi uppií bleiv seldur til Højgaards Timburhandil í Runavík, sum eitt skifti húsaðist har, til teir fluttu virksemið sítt í onnur hús nærhendis.
Síðan stóðu gomlu handilshúsini Niðri í Støð tóm ? og onkur kundi sagt, at nú var liðugt.
Men við vælvild frá nýggju eigarunum av gamla handlinum, fór Fuglafjarðar Heimavirkisfelag í gongd við eitt nýtt slag av virksemi í hesum gomlu hølum, har hvørt sprek andar av farnari tíð við tí virksemi, sum hevði hildið bygdini uppi í eina heila øld.
Á gomlu hillunum liggja nú heimavirkislutir, sum enn eina ferð hava ført hesi gomlu hús aftur til gamla hugnan, har yðjandi virksemið á hesum staði aftur er vakt til lívs.
Ikki bara sjálvur handlin, men eisini Ribarhús er umvælt og verður nú nýtt sum gallarí, har listarfólk við skiftandi framsýningum sýna fram.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>
<o:p> </o:p>