Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?
- Ja, tað ætli eg mær so avgjørt.
Dinna Jensen í Runavík, sum starvast hjá Runavíkar kommunu, er ikki í iva um morgindagin.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Eg haldi, at hetta er ein fantastisk útbygging, sum eisini loysir seg fíggjarliga fyri landið.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, eg ætli mær at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið framyvir, sigur Dinna Jensen.