- Eg var ógvuliga glað um Skálatrøð, sum ætlaða staðseting til tjóðleikhús, men nú eri eg veruliga fallin fyri økinum við Bursatanga, sum eg haldi er ein enn betri staðseting. Økið við Bursatanga er nógv meira opið enn Skálatrøð, og her kemur eitt tjóðleikhús at síggjast frá øllum síðum. Her verður eingin baksíða, um eg so kann siga. Húsið kemur at síggjast bæði av sjónum, Kongabrúnni, Havnargøtu og Tinganesi.
Tað sigur Jenny C. Petersen, stjóri í Tjóðpalli Føroya. Hon var eisini limur í dómsnevndini, sum viðgjørdi uppskotini og gjørdi tilmælið til landsstýrismannin í uttanríkis-og mentamálum, Jenis av Rana, um staðseting. Men, Jenny C. Petersen ger tó greitt, at hon úttalar seg ikki sum limur í dómsnevndini, men bara sum stjóri í Tjóðpalli Føroya.
Øll fimm arkitektasamtøkini, sum vóru undangóðkend at vísa á eina staðseting, peikaðu á økið við Bursatanga, og tvey av samtøkunum høvdu eisini ávikavist Skálatrøð og Boðanes sum uppskot.
Stjórin í Tjóðpalli Føroya ímyndar sær eitt nú, at gonguvegur verður kring tjóðleikhúsið, og at her verða torg í umhvørvinum, sum veruliga kunnu geva býnum nakað hugnaligt og attraktivt. Hon sigur, at hugskotið sjálvandi er, at tjóðleikhúsið skal verða ein týðandi partur av býarmyndini og eitt stað, tær ikki nýtist at søkja til ella leita eftir. Tjóðleikhúsið skal soleiðis verða ein náttúrligur partur av høvuðsstaðnum og ein mentanarberi, sum fólk - uttan at hugsa um tað - skulu gerast tilvitað um.
- Eg haldi, at ein staðseting við Bursatanga kann gerast ógvuliga spennandi og hugvekjandi, samstundis sum tjóðleikhúsið á hesum staði verður eitt portur til høvuðsstaðin, bæði fyri ta ferðslu, sum kemur sjóvegis og av Farstøðini sum miðstøð hjá Bygdaleiðum í høvuðsstaðnum.
Jenny C. Petersen vísir á, at tað eru nógvir fyrimunir við einari staðseting av tjóðleikhúsi dygst við sjóvarmálan. - Eitt er, at húsið verður ein náttúrligur partur av býarmyndini, sum soleiðis kemur at gera økið meira livandi. Niðri í býnum eru kafé’ir og ymiskt matstovuvirksemi, og eg ivist onga løtu í, at eitt tjóðleikhús á hesum staði fer at hava eina synergi-effekt, leggur hon aftrat.
Onkur hevur nevnt, at eitt tjóðleikhús við Bursatanga kann fara at taka frá søguligu støðunum, Tinganesi og Skansanum, men hesum stúrir stjórin í Tjóðpalli Føroya slett ikki fyri. - Í fyrsta lagi er økið við Bursatanga størri, enn fólk duga at ímynda sær. Her er talan um tilvitað arkitektasamtøk, og eg ivist onga løtu í, at vit fara at síggja fyrimyndarlig uppskot um tjóðleikhús, sum á ongan hátt gera seg inn á søguligu støðini í umhvørvinum.
Í VikuskiftisSosialinum í dag, sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið, er ein størri samrøða við stjóran í Tjóðpalli Føroya, og her er eisini samrøða við havnarmeistaran hjá Tórshavnar Havn, Jónsvein Lamhauge, sum eitt nú greiðir frá, hvørjar ætlanir hava verið frammi um, hvussu økið á Eystaru Bryggju skal skipast, nú nýggja Skansabryggjan er komin, og umstøðurnar her eru vorðnar so nógv betur, enn tær hava verið áður.