- Ein fantastisk oyggj

Helle Thorning-Schmidt var bergtikin, frá fyrstu løtu hon trein fótin á land í Koltri seinnapartin.

Forsætisráðharrin er á síni fyrstu, almennu vitjan í Føroyum. Við í ferðalagnum er maður hennara, Stephen Kinnock, umframt embætisfólk úr forsætismálaráðnum.

Í Koltri í dag eru eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og konan, Jórun Johannesen, umframt embætisfólk úr Tinganesi.

Bjørn Patursson hevur síðstu løtuna víst rund í býlinginum Heimi í Húsi, sum síðstu árini er høvuðsumvaldur og settur í upprunastand.

Helle Thorning-Schmidt tykist sera áhugað í tí arbeiði, sum er farið fram í Koltri, umframt teimum ætlanum, ið eru við oynni.

Við í Koltri er eisini Gunnar Hoydal, formaður í Koltursgrunninum.

Bjørn og Lükka Patursson bjóða nú til ein betri bita við føroyskum viðskera, øli og snapsi, áðrenn farið verður til gongu upp á Kolturshamar.

Í dag er føroyskt gestablídni á skránni, meðan meira formelli fundarparturin – eitt nú um aktuella sildastríðið millum ES og Føroyar – verður í morgin og hósdagin.

Hoyr samrøðu við Helle Thorning-Schmidt og Kaj Leo Holm Johannesen her: