Robottakfarið Curiosity, sum í nøkur ár hevur verið á Mars, hevur tikið eina fantastiska víðmynd á reyðu planetini. Tað er amerikanska rúmdarumsitingin NASA, ið hevur almannakunngjørt myndina, sum tey siga er sett saman í eina mynd burtur úr 1000 myndum.
- Hetta er ein ófatiliga snøgg mynd, sum gevur tær gásarhold, sigur norski mars-jarðfrøðingurin, Hans Erik Foss Amundsen, við norska kringvarpið, NRK. Hann hevur sjálvur arbeitt fyri NASA og nároyndi í sínari tíð á Svalbard nøkur av tólunum, sum robottakfarið Curiosity hevur við sær á Mars.
Myndirnar, sum eru settar saman í eina mynd, eru tiknar á Mars í fýra dagar, og tær eru tiknar í endanum av november í fjør – í tímunum millum klokkan 12 og 14 lokala tíð á Mars. Norska kringvarpið - NRK - skrivar, at rúmdarumsitingin hevur brúkt nógva tíð til at seta myndirnar saman.
Ómannaða robottakfarið Curiosity lendi trygt á Mars hin 6. august í 2012, og ferðin av Jørðini til Mars tók meira enn átta mánaðir. Curiosity er á stødd við ein persónbil, og málið við robottakfarinum er eitt nú at kanna veðurlag og jarðfrøði á Mars.
Næsta ár verður enn eitt ómannað akfar sent til Mars, og sambært ætlanini skal akfarið lenda á Mars hin 18. februar í 2021. Á stóru víðmyndini, sum kann sigast at vera ein løtumynd, tikin á tíðarinnar morgni á Mars, sæst forvitnisliga landslagið niður í smálutir.
Í samrøðu við NRK vísir mars-jarðfrøðingurin, Hans Erik Foss Amundsen, á, at myndin á ymiskan hátt kann samanberast við ein bandupptakara, sum hevur upptøkur yvir miljardir av árum. - Her síggja vit ein part av søguni um granna okkara, Mars. Jarðarslitið er minimalt, og tí eru landslag og útsjónd lítið broytt, sigur Hans Erik Foss Amundsen.
Um hesa leinkju https://youtu.be/X2UaFuJsqxk sært tú fantastisku víðmyndirnar, sum Curiosity hevur tikið á Mars.
##med2##