Hetta er ein fantastisk háðan ímóti Løgtinginum. Tað sigur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn.
Í dag skal løgtingið taka støðu til um samkynd pør skulu sleppa at giftast. Men Poul Michelsen átalar, at ongin úr samgonguni hevur skrivað seg upp at taka orðið í málinum, hóast øll eru samd um, hvussu ómetaliga stóran týdning
Poul Michelsen átalar, at ongin úr samgonguni ætlar at taka orðið í málinum um at loyva samkynd hjúnalag.
Tað er ein fantastisk háðan ímóti demoratisku skipanini, heldur tingmaðurin
Men hann heldur, at tað er enn meiri háðandi, at hvørki Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ella onnur í landsstýrinum, eru til staðar undir orðaskiftinum.
Ført er fram, at hvørki Løgmaður, sum varðar av rættargangslógini, ella Karsten Hansen, sum varar av familjumálum og hjúnabandslógini, eru til staðar. Upplýst er eisini, at heldur ongi av hinum landsstýrisfólkum er til staðar í tingsalinum ímeðan orðaskiftið er.
- Tað er ein háðan at samgongan tigur og einki sigur í einum máli, sum tey sjálvi siga er so ómetaliga týdningarmikið.
- Endmálið hjá samgonguni er, at vit skulu standa á tingsins røðarapalli og rópa út í tóman heim.
- Skamm fái tykkum fyri tað, men eg skal gera púra greitt, at hetta málið steðgar ikki her, sigur Poul Michelsen.
Í Løgtinginum er váttað, at samgongan hevur avtalað munnliga, at málið skal fellast og tí heldur Poul Michelsen, at summir tinglimir í samgonguni eru komnir í eina rættiliga tvístøðu. Innast inni taka teir undir við ætlanini, men teir tora ikki at atkvøða fyri málinum, tí tað fer at fáa avleiðingar fyri støðu teirra í flokkunum.
Ein, hann sipar til, er Janus Rein, sum var úr Framsókn, sum tók undir við samkyndum hjúnalagi, men nú er hann í Fólkaflokkinum, sum er í samgonguni og tískil torir hann ikki annað enn at atkvøða ímóti, heldur Poul Michelsen.
Hinvegin er hann eisini púra sannførdur um, at ein slík avtala, sum bindur samgongulimir at atkvøða ímóti slíkum uppskotum, fer aldrin at verða gjørd aftur av nakrari samgongu.
Hann sigur, at hereftir fer tað at standa øllum tinglimum frítt fyri at atkvøða eftir síni egnu sannføring..
|









