Ein fantastisk bátastevna í Vestmanna

Eftir at bátarnir høvdu lagt til bryggju í Vestmanna seinnapartin leygardagin, sótu eini 1200 fólk til borðs ? bæði inni og úti - og fingu feska suppu - Vit høvdu eina fantastiska bátastevnu, sum setti øll met. Talið av bátum var omanfyri 200, og nógv fólk leitaðu sær til bygdar í bili. Veðrið var frálíkt, og fólk vóru í góðum hýri. Tiltøkini eydnaðust væl, og rættiligur stevnudámur var yvir bygdini ? bæði uppi og niðri.

Tað sigur forkvinnan í VÍF, Jóngerð M. Nielsen.

- Veðrið hevur alt at siga á eini slíkari bátastevnu, og hesaferð vórðu vit so vælsignaði við góðum veðri.

Jóngerð sigur, at undanfarnu tvey árini vóru tey ikki heppin við veðrinum, og serliga í fjør vóru ring líkindi hjá bátunum, sum stevndu norður á Vestmanna.

- Veðrið gjørdi allan munin hesaferð, og tá bátafylgið leygardagin klokkan 14.30 við gamla sluppunganum Ólavi á odda stevndi av Fútakletti og inn á Vestmanna, var veðrið av tí allar fagrasta ? við skínandi sól og bert lítlum loti.

Bátastevnan í Vestmanna hevur nú sjey ár á baki, og Jóngerð vísir á, at størsta talið av bátum, tey áður vita um at siga, er millum 180-190.

- Nú veðrið sá út til at fara at roynast, samstundis sum ætt og streymur vóru til vildar, væntaðu vit nógv fleiri bátar enn undanfarnu tvey árini.

Hon sigur, at fyrireikararnir kortini gjørdust ovfarnir av, at undirtøkan gjørdist so stór.

- Alt teknaði seg væl hesaferð, og vit fingu eina fram úr góða og væl eydnaða bátastevnu, sigur forkvinnan í VÍF, ið ynskir at takka øllum, sum tóku hond í, men ikki minst øllum teimum mongu vitjandi - í báti og bili.

Eini 1200 fólk fingu heita suppu á bryggjuni í Vestmanna leygardagin.