Ein familjuløta

Seinasti leygardagur í Klaksvík byrjaði sum allir aðrir. Men kortini ikki. Summarfestivalur var í býnum, og stórt morgunmatarborð var eftir Biskopstøgøtu. Stúgvandi fult av fólki hittust til tónleik, prát og kaffi við rundstykkjum og øðrum

Klaksvík:
Við góða veðrinum allan vikuna undan Summarfestivalinum í Klaksvík var tað ikki sørt, at summi høvdu hug at vera eitt sindur vónbrotin av, at sólin ikki skein leygarmorgunin. Mjørkin hekk har nakað niður á fjøllini, og tað var munandi kaldari. Hetta helt tó ikki fólki aftur at koma til hugnaliga morgunmatarborðhaldið á Biskopstøgøtu. Hvussu mong tey mundu vera í tali, er ilt at siga, men Biskopstøgøta var longu frá klokkan tíggju á morgni stúgvandi full av fólki.
Tað var Norðoya Sparikassi, sum bjóðaði morgunmat í sambandi við, at peningastovnurin fyllir 85 ár, og var stovnurin somuleiðis høvuðsstuðul hjá festivalinum. Stjórin Eyðfinn Reyðberg helt eina røðu til morgunmatin, har hann millum annað kom inn á hetta, at stovnurin hevði allatíðina trúð upp á tiltakið.
Hann boðaði somuleiðis frá, at gávugrunnurin hjá stovninum í ár fer at lata 250.000 krónur í part til leguhúsini ávíkavist í Nesvík og Zarepta.Tónleikur var somuleiðis framførdur á pallinum, har bæði lokalir og aðrir tónleikarar framførdu.
Petsy Tvørfoss, Gunnar Mikkelsen, Mása Tróndheim, Brandur Enni, og onnur undirhildu á pallinum, og fólk hugnaðu sær óført í milda veðrinum.
Borð vórðu sett upp ymsastaðni við peningastovnin og við Vágsbø, og tey blivu upptikin beinanvegin.
Morgunmatarborðhaldið endaði um middagsleitið, og síðani var ein lítil steðgur, um ein kann kalla tað so, inntil tiltøkini byrjaðu aftur klokkan trý.
Klokkan trý lupu Trølla Pætur og omman út úr tyrluni í fallskíggja. Angela og Hannibal undirhildu á stóra palli, og hendan løtan man seint fara í gloymibókina hjá bæði børnum og vaksnum. Erling politistur var somuleiðis á pallinum, og tá omman og Trølla Pætur vóru komin fyri seg eftir lufttúrin, komu tey á pallin at rokka.
Hesa løtuna var sera heitt á Vágsbøi, og festivalhýrurin var perfektur, beint áðrenn konsertirnar byrjaðu.