Ein fagnaðardagur

Í dag er 14. september, og tað verður hátíðarhildið av Tjóðveldi við tiltøkum í Havn og í Klaksvík.

Í dag er 14. september, og tað verður hátíðarhildið av Tjóðveldi við tiltøkum í Havn og í Klaksvík.

 

Í Havn verður hátíðarhaldið úti á Bakka og byrjar klokkan 18 við røðum og felagssangi. Og tað verður fomaður Tjóðveldis, Høgni Hoydal, ið fer at hada røðuna.

 

- Hetta er 67. árið síðani fólkaatkvøðuna í 1946, og meðan summi hada, at talan er um ein sorgarinnar dag, tí loysingin ikki varð sett í erk, so meti eg hetta sum ein fagnaðardag. Tí um danska uppskotið varð samtykt, høvdu Føroyar veitrað farvæl til alla tjóðskaparkenslu, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann heldur, at júst tað, at ein meiriluti var fyri loysing ger, at vit í dag hava tað frælsi, ið vit hóast alt hava.

 

- Hevði ein meiriluti ikki verið fyri loysing, høvdu vit í dag ikki havt okkara egna mál og mentan, men verið partur av Danmark eins og aðrir danskir landslutir. Tí rokni eg 14. september sum ein fagnaðardag hóast alt, sigur Høgni Hoydal.