Ein færri til Elton John

Eftir morgunsendingina á Rás2 í dag takkaði gesturin, Imme Dam, fyri atgongumerki til Elton John við orðunum: So verður ein færri til konsertina. Tað hevur skapt nógv kjak og nógva umrøðu, at Imme Dam í einari talu í Ebenezer mælti fólki frá, at fara til konsert hjá Elton John. Og í morgun hevði Rás2 sett honum stevnu at tosa um taluna.

- Hetta hevur verið ein sjáldsom vika. Eg havi ongantíð flent so nógv, sum í gjár, eftir øllum skeivu endurgevingunum. Og tí eri eg glaður fyri, at tit spæla taluna av, sum eg helt, tí so kunnu fólk sjálvi gera sær sínar tankar um, hvat eg segði og hvat eg meinti, segði Imme Dam.

Sambært honum livir Elton John eitt lív í andstygn fyri Harranum.

- Eg fegnist um sangin í síni heild, men tann, sum tráat eftir at hoyra handan mannin, hevur ikki sangin í hjartanum, segði Imme Dam.

Hann vísti til dirigentin í Himli, sum varð stoyttur út, tá hann sjálvur vildi verða tilbiðin.

- Satan vildi verða tilbiðin og tað vilja teir eisini, sum syngja Satans sangir, segði Imme Dam, sum annars undraðist á, at hetta, hann segði, skuldi fara so langt út um Ebenezer.

Hann vísir til Bíbliuna sum sigur, at tað e andstyggiligt, at maður livir saman við manni.

- Tað er ein markering, sum fer fram, og hví velja tað verra fram um tað betra, spyr Imme Dam sum heldur, at skapningurin nú er komin í fokus heldur enn skaparin.

Og meðan Imme Dam takkaði vertinum fyri dirvi, at senda eina slíka sending, valdi hann kortini at taka ímóti einum atgongumerki til konsertina hjá Elton John við orðunum:

- So veit eg, at tað verður ein áhoyrari færri til konsertina!