Ein føroyskur afturat er vorðin frískur

Og tíggju fólk eru ikki longur í sóttarhaldi

Í morgun var annar føroyingurin, ið varð staðfestur smittaður av nýggja coronavirusinum, staðfestur frískur aftur og loystur úr sóttarhaldinum. Tað upplýsir Heilsumálaráðið í morgun.

Viðkomandi var júst afturkomin úr Norðuritalia, tá ið hon fekk sjúkutekin, ið mintu um beinkrím. Hon varð kannað tann fimta mars og tá varð staðfest, at hon hevði fingið korona.  Hon varð sett í sóttarhald á Hotel Vágum, og hon hevur havt tað gott alla tíðina, sigur heilsumálaráðið.

Men 10 fólk, sum hon hevði havt samband við, vórðu eisini sett í sóttarhald. Eingin av teimum hava verið sjúk og sostatt eru tey eisini loyst úr sóttarhaldinum.

Sostatt eru báðir føroyingarnir, ið fingu staðfest smittaðuna fyri góðum tveimum vikum síðan, staðfestir frískir aftur.